Grønland fær norðurlendskt lán til vatnorkuverk

Grønland hevur fingið eitt nýtt vatnorkuverk í Sisimiut á vesturstrondini við einum láni uppá góða fjórðings miljard krónur úr Norðurlendska Íløgubankanum (NIB).

15-ára lánið fíggjar vatnorkuverkið, sum varð tikið í brúk í apríl. Verkið hevur ein kapasitet uppá 52 GWh og avloysir tveir dieselgeneratorar.

Frammanundan fingu teir 6.000 íbúgvarnir í Sisimiut bert streym frá hesum báðum oljuriknu generatorunum.

Meira álítandi og bíligari ravmagn

- Nýggja vatnorkuverkið beinir fyri larminum frá teimum dálkandi dieselgeneratorunum, gevur betri luftgóðsku, minni larm og ikki minst atgongd til meira álítandi og bíligari ravmagn til grønlendska fólkið, sigur Johnny Åkerholm, stjóri í NIB, sambært Jyllands-Posten.

Vatnorkuverkið í Sisimiut er størsta vatnorkuverkið í Grønlandi.

Arbeiðið byrjaði í 2007

Farið varð undir arbeiðið í 2007, og longu í november 2009 var tað liðugt. Tó varð tað ikki tikið alment í nýtslu fyrrenn í apríl í ár.

Við vatnorkuverkinum sparir Nukissiorfiit umleið 6,5 mió. litrar av olju um árið, og árliga CO₂-útlátið verður 19.000 tons minni. Gamla dieselverkið er nú eyka elverk.

Høvdu byrjunartrupulleikar

- Tað vóru fimm streymslit líka í byrjanini, men síðani hevur verkið koyrt uttan trupulleikar, sigur verkmeistarin, Jan Zachariassen, við heimasíðuna hjá Nukissiorfiit.

Íslendska byggifelagið Ístak stóð fyri arbeiðnum. Teir eru nú í gongd við at byggja eitt nýtt vatnorkuverk í Ilulissat, sum skal vera liðugt í 2013.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking