- 40 prosent í grønari elframleiðslu í 2019, og tí kann tað ikki ganga nóg skjótt at reisa næstu vindmyllulundina. Tað er stutta niðurstøðan hjá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri elframleiðsluni hjá SEV, eftir at hann hevur gjørt upp og greinað tølini fyri elframleiðsluna í 2019.
Elframleiðslan úr varandi orkukeldum minkaði úr 172 GWt í 2018 niður í 156 GWt í fjør. Tað er ein lækking á 9,1 prosent í grønu framleiðsluni eftir einum ári. Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 9,7 prosent – úr 352 GWt í 2018 upp í 386 GWt í 2019. Bæði í 2018 og 2017 øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3 prosent sammett við undanfarin ár, tá grøna elframleiðslan bæði árini var umleið 50 prosent.
Í 2019 stavaðu 52,6 GWt frá vindorkuni, og 103,5 GWt fingust burtur úr vatnorkuni. Restin – 230 GWt – kom frá oljuriknu verkunum. Tað svarar til 60 prosent av samlaðu elframleiðsluni í 2019 á 386 GWt, ið er hægsta elframleiðsla nakrantíð.
Orsøkin til niðurgongdina í grønu tølunum er m.a. at finna í tí sannroynd, at 2019 var turrasta árið seinastu fimm árini. Haraftrat var eisini væl minni av vindi í fjør. Kortini lá grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn.
- Tølini vísa greitt tørvin á fleiri vindmyllum. Um vit t.d. høvdu havt eina 18 MW vindmyllund í rakstri alt 2019, so kunnu vit varliga meta, at grøna elframleiðslan hevði ligið uppi á 53 prosentum, hóast eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV.
Hann vísir við støði í tølunum frá 2019 á, at 18 MW vindorka svarar til hálvanannan tangabát av olju – ella við øðrum orðum 40 milliónir krónur í spardum oljuútreiðslum. Tí fegnast Heri Mortensen samstundis um, at fleiri vindmyllulundir eru settar á breddan.
SEV fer í næstum at seta upp eina 18 MW vindmyllulund á Eiði, eftir at SEV í fjør heyst vann vindorkuútboðið á Eiði, og haraftrat fer SEV at seta upp eina 6 MW vindmyllulund í Porkeri, har elfelagið eisini vann eitt vindorkuútboð í fjør. Harumframt er ein 18 MW vindmyllulund ávegis í miðstaðarøkinum.