Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. So tá nú veðurlagsbroytingarnar kortini fáa innlandsísin í Grønlandi at bráðna við støðugt vaksandi ferð, kunnu grønlendingar tað sama gagnnýta vatnið haðani til at gera reina og grøna orku.
Tað halda veðurlags- og pólgranskarin Sebastian Mernild frá Los Alamos National Laboratory í New Mexico og leiðarin á danska veðurlagsdeplinum Jens Hesselbjerg sambært grønlendska kringvarpinum KNR.
Teir báðir hava saman við øðrum starvsfeløgum skrivað eina ritgerð, sum júst er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Climate. Hon staðfestir, at hitin í Vesturgrønlandi frá í dag og fram til 2080 fer at hækka 2,9 stig. Samstundis fer árliga avfallið at vaksa umleið 50 mm.
Hetta fer at økja burturbræðingina av innlandsísinum og økja um avflotið av vatni frá ísinum út í høvini.
Hetta ber sum kunnugt í sær, at havið hækkar.
Mæla til at gagnnýta vatnið
Men hetta økir eisini um møguleikarnar fyri at økja um framleiðsluna av vatnorku í Grønlandi, skriva granskararnir.
Úr Kangerlussuaq fer avflotið av vatni út í høvini at vaksa 55 prosent, úr núverandi 1.100 mia. litrum um árið til 1.700 mia. litrar um árið í 2080.
Hetta ger, at tað fer at bera til at framleiða nærum CO2-neutrala orku í Kangerlussuaq og aðrastaðni á grønlendsku vesturstrondini, har landslagið loyvir bygging av vatnorkuverkum.
Sebastian Mernild leggur tó samstundis dent á, at tað framvegis eru fleiri neiligar avleiðingar av burturbræðingini frá innlandsísinum.
Serliga stúra granskararnir fyri, at komið verður til eitt sokallað tipping point longu um 30 ár, har grønlendski ískappin fer so nógv av lagi, at hann ikki kann endurskapa seg sjálvan, fyrrenn um fleiri hundrað, kanska túsund ár, treytað av at menniskjan syrgir fyri at steðga øllum útláti av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum.