Elbilar eru framtíðin - og støðugt hækkandi bensinprísurin fer at skunda undir framleiðsluna av teimum.
Hetta er ein av niðurstøðunum á elbilaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, har fundarfólkið í døgurðasteðginum fekk møguleika at royna fýra av teimum fimm elbilunum, ið eru við á ráðstevnuni.
Serliga stórur var gravgangurin eftir at sleppa at sita handan rattið á snøgga og kvika elrikna Tesla Roadster sportbilinum, eftir at dygdir hansara vórðu sýndar fram í Degi og Viku í gjárkvøldið.
Royndarkoyrast um alt landið
Hesin bilurin kom til Føroya úr Danmark við Norrønu í gjár og fer avstað aftur hóskvøldið. Inntil tá ber eisini til hjá áhugaðum at royna bilin.
Hinir fýra bilarnir skulu næstu mánaðirnar lænast út til virkir, stovnar og privatpersónar í eina viku ella so í senn - og afturmeldingarnar frá teimum skulu brúkast í víðari arbeiðnum við El-Mobility verkætlanini.
Ein av bilunum skal burturav brúkast sum royndarbilur í Suðuroy - hinir tríggir í meginøkinum.
Mitsubihi iMiEV bilurin fekk eisini nógvar túrar.
Frost og salt
Higartil hevur útbreiðslan av elbilum í útnorði ikki verið serliga umfatandi, mest orsakað av at fáir elbilar hava verið til taks, men eisini tí, at ongin reiðiliga veit, hvussu frostveðrið og nógva saltið í luftini á okkara leiðum ávirka livitíðina hjá bilunum og battaríunum.
Hetta ætlar NORA (Norrønt Atlantssamstarv) sær nú at fáa greiði á við El-Mobility verkætlan síni.
Verkætlanin umfatar m.a. samanberingar av data á ymiskum sløgum av elbilum undir ymsum umstøðum og veðurlagi í útnorði.
Talan er t.d. um koyrdar kilometrar, meðalferð, koyrimynstur, løðingartíðir, elnýtslu og viðlíkahaldstørv.
Átta elbilar tøkir
Nukissiorfiit í Grønlandi og Orkusetur í Íslandi hava útvegað sær tveir elbilar hvør til verkætlanina og SEV tríggjar. Grønland fær ein bil afturat seinni í ár.
Verkætlanin byrjaði í Reykjavík í fjørvár, tá ein workshop varð hildin har. Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum í dag er onnur work shoppin í røðini, og tann triðja og seinasta verður í Nuuk í august.
Í heyst verður ein felags frágreiðing skrivað, sum síðani verður handað NORA, ið er stovnur undir Norðurlandaráðnum.
SEV stýra løðingini
Í fyrilestri seinnapartin upplýsti Terji Nielsen, verkætlanarleiðari á SEV, at treytin fyri elbilum í stórum tali í Føroyum er, at elnetið verður útbygt til eitt sokallað smart grid (intelligent elnet), so møguleiki verður at stýra løðingini av elbilunum.
Hetta merkir, at elbilaeigararnir lata SEV stýra løðingini um náttina, so hon verður tillagað framleiðsluna og mest møgulig grøn orka kann verða gagnnýtt til hetta endamál.
Finn Jakobsen, tekniskur stjóri á SEV var fundarstjóri á ráðstevnuni. Hann heldur, at nógv spennandi kom fram í teimum 11 fyrilestrunum, ið hildnir vóru, bæði viðvíkjandi elbilum, intelligentum løðistandarum og úrslitum, ið higartil eru fingin á elbilaøkinum.
Elbilabólkurin hjá SEV fer nú undir at samskipa royndarkoyringina av elbilum, sum skal fara fram í Føroyum hetta næsta hálva árið.