SEV liggur enn trygt á grønu kósini, samstundis sum búskapurin er styrknaður nógv við stórum avlopi á rakstrinum. Tað vístu framleiðslutølini og roknskapurin hjá elfelagnum um árskiftið 2014-2015.
Ársúrslitið hjá SEV var 57,8 milliónir krónur í 2014 eftir skatt. Tað er 45,9 milliónir krónur meira enn í 2013, tá ið elfelagið hevði 11,9 milliónir krónur í avlopi á rakstrinum.
-Tað er hugaligt annað árið á rað at taka samanum og kunna staðfesta, at gongdin er góð. Tað gongur væl bæði búskaparliga og á grønu kósini, og neyvan nakrantíð áður hevur avbjóðingin hjá SEV verið størri. Samstundis sum vit skulu nøkta skjótt vaksandi eltørvin, skulu vit halda grønu kósina um 100 prosent grøna orku á landi í 2030, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.
Í 2014 stavaðu 51 prosent av elframleiðsluni frá varandi orkukeldunum – vatni og vindi –
og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum. Harvið fór elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum upp um elframleiðsluna úr olju, tá ið talan er um framleiðsluna eftir einum ári. Tað eru vindmyllurnar í Neshaga og í Húsahaga, útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað, sum eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr varandi orkukeldum.
Seinasta hálva árið – oktober 2014 til mars 2015 – hevur SEV í miðal framleitt 71 prosent av elorkuni úr vatni og vindi. Mesta vindorka á elnetinum higartil hevur verið heilt uppi á 85 prosentum av framleiðsluni tilsamans.
Fyrsta ársfjórðing 2015 lá elframleiðslan úr vatni og vindi uppi á 73 prosentum, tó at tað bæði hevur verið minni vindur og regn fyrsta ársfjórðing í 2015, samanborið við sama tíðarskeið 2014. Harumframt øktist elframleiðslan fýra prosent í fyrsta ársfjórðingi 2015, sammett við fyrsta ársfjórðing 2014.
Framleiðslan úr vindorku øktist 58 prosent í 2014, samanborið við 2013, og elframleiðslan úr vatnorku hækkaði 34 prosent í 2014, sammett við árið fyri. Framleiðslan á oljuriknu verkunum lækkaði 16,5 prosent.
Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2014, tá ið árliga framleiðslan fyri fyrstu ferð fór upp um 300 Gigawatt-tímar. SEV framleiddi 305 Gigawatt-tímar í 2014, og tað er 4,6 prosent meira enn í 2013, tá ið elframleiðslan tilsamans var 292,5 Gigawatt-tímar.