Svensku orkumyndugleikarnir hava játtað fýra miljónir krónur í stuðuli til eitt smart elnet á Gotlandi. Fyritøkurnar ABB, Vattenfall og Gotlands Energi standa fyri verkætlanini.
- Gotland gevur eina góða mynd av einum framtíðar Svøríki við meiri vindi í orkuskipanini. Á hesum avmarkaða økinum kunnu vit granska, hvussu stabiliteturin í netinum kann ávirkast, sigur Karl Elfstadius í ABB við Ny Teknik.
Smart Grid Gotland, som verkætlanin kallast, hevur til endamáls at kanna, hvussu eitt gløgt - intelligent - flutningsnet kann byggjast, ið er ført fyri at handfara nógva óstøðuga vindorku. Á Gotlandi eru meira enn 150 vindmyllur uppá tilsamans 110 MW.
Óstøðug framleiðsla
Men tess meiri vindorka, ið kemur inn í netið, tess størri verða eisini trupulleikarnir við eini óstøðugari elframleiðslu. Við í verkætlanini er tí eisini ein orkugoymsla frá ABB, har vindorka skal goymast í litiumjonbattaríum.
- Orkugoymslan hevur avgerandi týdning, um vindurin brádliga hvørvur, sigur Karl Elfstadius.
Elnetið á Gotland skal eisini hava eina intelligenta stýriskipan.
- Hon verður í dag brúkt í stórum flutningsnetum, men í framtíðini verða eisini net við lægri spenningi stýrd automatiskt, sigur Elfstadius.
Fyrst við intelligentum elmálarum
- Gotland var fyrst við intelligentu elmálarunum. Nú vilja vit eisini hyggja at nýggjum innovativum tænastum, ið geva brúkarunum ein lægri elprís, um teir vilja tillaga nýtslu sína til elframleiðsluna, sigur Johan Söderbom, ið umboðar almenna svenska orkufelagið Vattenfal í verkætlanini.
Greiða skal somuleiðis fáast á, hvussu netið skal tillagast til løðing av elbilum og hvussu smáir elframleiðarar skulu kunna veita el til netið.
Eisini skal KT-trygdin takast upp.
- Hetta hevur rættiliga stóran týdning. Ongin ivi um tað. Men tað snýr seg ikki bara um trygdina í sjálvum netinum, men eisini um integritetsspurningin, so kundarnir kunnu kenna seg tryggar, sigur Johan Söderbom.
Undankanning gerast fyrst
Í fyrstu syftu er ætlanin at gera eina tekniska undankanning. Tað er eisini til hana, tær fýra miljónirnar í stuðuli eru játtaðar. Kanningin byrjar í mai næsta ár, og miðað verður eftir at fara undir sjálva testingina fyrst í 2012, treytað av at fíggingin uppá umleið 150 mió. kr. er fingin til vega til ta tíð.
Parallelt við verkætlanina á Gotlandi luttekur ABB í fyrireikingunum av einum smartum neti í nýggja býarpartinum Norra Djurgårdsstaden í Stockhólmi. Her skal eisini ein undankanning gerast, sum svensku orkumyndugleikarnir fyrst í oktober í ár játtaðu 13 mió. kr. til.
Stórur altjóða áhugi er fyri royndunum við intelligentum elnetum í Svøríki.
- Um allan heimin vindur vindorka uppá seg, og tað sum vit fáa burturúr okkara verkætlanum hevur týdning fyri altjóða virksemið hjá ABB í framtíðini, sigur Karl Elfstadius.
Royndirnar við einum smartum neti á Gotlandi eru ikki tær einastu, ið gjørdar verða á eini oyggj. Danmark arbeiðir við ætlanum um eitt smart elnet á Bornholm við hjálp av pengum úr ES. Á oynni Miyakojima í Kyrrahavinum hevur Japan sett sítt fyrsta smarta net í rakstur.