Gongst seint við útbyggingini av vindorku í Norra

Eftir upprunaligu ætlanini skuldi Norra framleiða 3 TWh av vindorku í ár, men nú verður ikki roknað við, at hetta verður veruleiki fyrrenn í 2015.

Tað er langt síðani, tað var greitt, at Norra ikki fór at røkka máli sínum um 3 TWh av vindorku í 2010.

Norska orkumálaráðið sigur nú, at hetta neyvan verður veruleiki fyrrenn í fyrsta lagi um fimm ár.

1000 MW

Sambært norsku orkumyndugleikunum verður vindorkan útbygd við 250 MW hetta til 2015.

Sostatt verður samlaða vindorkan í Norra tá 1.000 MW.

Útrokningar hjá norska orkumálaráðnum vísa, at Norra fer at hava 3 TWh av vindorku í 2015, varð staðfest á eini veðurlagsráðstevnu í Gardermoen í gjár.

Nógvar verkætlanir bíða

Hetta er kortini bert ein lítil partur av ætlaðu vindorkuverkætlanunum í Norra, skrivar Teknisk Ukeblad.

Sum skilst eru vindorkuætlanir uppá tilsamans 11.000 MW í umbúnað bæði á landi og sjógvi.

Mangul uppá kapasitet í netinum forðar tó útbyggingini, og myndugleikarnir raðfesta tí orkueffektivu og lønsomu vindorkuverkætlanirnar framum aðrar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking