Lyktasteyrar standa dag og dagliga í andglettinum fyri sól og vindi, men hóast gøtuljósini svimja í orkustreymi, eru tey ein av teimum heilt stóru orkuslúkarunum.
Hvørt ár brúka donsk gøtuljós umleið 350 GWh av streymi, ið svarar til 1,1 prosent av samlaðu elnýtsluni, skrivar danskenergi.dk.
Nú skal ein forvitnislig verkætlan royna at gera gøtuljósini sjálvbjargin við orku. Ætlanin er í hesum sambandi at seta smáar vindmyllur og sólsellur á lyktasteyrarnar. Tær skulu gera streym til orkueffektivar dioduperur (LED).
Spennandi verkætlan
- Spennandi er, um tað ber til at gera lyktasteyrar, ið eru sjálvbjargnir við orku, men eg haldi eisini, at verkætlanin er áhugaverd, tí hon sameinir snið og menning av mongum ymiskum tøknum - bæði steyra, vindmyllur, sólsellur og LED, sigur granskingarsamskiparin Jørn Borup Jensen á elgranskingarstovninum hjá Dansk Energi, ið júst hevur játtað 1,6 mió. kr. í stuðuli til kommunala felagið Gate 21, arkitektafyritøkuna ark-unica og hinar partarnar í verkætlanini "Udvikling af CO2-neutralt byrumsinventar."
Royndir eru longu gjørdar við LED-perum/armaturum og sóldrivnum LED-ljósi í Albertslund, so har er okkurt at byggja víðari á, vísir Jørn Borup Jensen á.