Á jólum verður vanliga meira gjørt enn vanligt burturúr matinum, ið etin verður saman við familju og vinum. Komfýrurin, ovnurin og uppvaskimaskinan eru í gongd allatíðina, og hurðin á køliskápinum stendur heldur ikki still.
Og sjálvt um køkstólini í dag brúka útivið 50 pst. minni av orku sammett við tey, ið gjørd vórðu fyri bert tíggju árum síðani, veksur orkurokningin munandi í døgunum upp undir jól.
Tíbetur er ikki ringt at halda orkuútreiðslunum, ið fylgja við jólunum, niðri á lágmarkinum, fylgir tú niðanfyristandandi ráðum:
Undanhiti er óneyðugt streymspill
Vanligir jólarættir sum t.d. dunna og fleskasteik eru ofta langtíðarsteiktir. Tí er ongin orsøk til at undanhita ovnin, hóast uppskriftin kanska mælir til tað. Í roynd og veru er tað óneyðugt streymspill at undanhita ovnin, um tú ikki bakar breyð ella køkur, ið krevja hevjing.
Mong hava til vana at lata ovnlúkuna upp, tá tey skulu kanna eftir, hvussu líður við steikingini ella bakingini. Men tað sum mong ikki vita er, at við at lata ovnlúkuna upp minkar hitin í ovninum við útivið 25 stigum - og so økist steikitíðin, og orkan fer til spillis.
Tendra heldur ljósið í ovninum og kekkað steikistøðuna gjøgnum gluggan. So leingi ovnurin er tendraður, kanst tú steikja/baka fleiri rættir samstundis. Syrg bara fyri, at nógmikið av plássi er til, at luft sleppur at hvørjari skuffu og plátu.
Gagnnýt eftirhitan
El-ovnar kunnu sløkkjast fleiri minuttir áðrenn maturin er heilt liðugur. So leingi hurðin verður verandi afturlatin, er nóg nógv orka í ovninum til at gera rættin lidnan.
Sama er galdandi fyri kókiplátuna á komfýrinum. Kókiplátan verður verandi heit leingi aftaná, hon er sløkt (tó ikki induktiónskókiplátan). Brúkar tú glas- ella keramiskar bakiplátur/skuffur, kanst tú lættliga seta hitan á ovninum niður við 25 stigum, og maturin verður framvegis eins skjótt tilgjørdur.
Tá tú skalt brúka eina kókiplátu, syrg so fyri, at pannan/grýtan passar til kókiplátuna. So fer meiri orka til at hita grýtuna og minni fer til spillis. T.d. fer meira enn 40 pst. av orkuni til spillis við at brúka eina 20 cm pannu á eini 26 cm kókiplátu.
Hav køliskápshurðina afturlatna
Saman við komfýrinum arbeiða køliskápið og frystarin eisini av fullari megi í jólafrítíðini. Sjálvt um nýggj køliskáp eru nógv orkueffektivari enn tey gomlu, standa tey framvegis ofta fyri meira enn 15 pst. av samlaðu orkunýtsluni í húsinum.
Hjálp frystaranum og køliskápinum at koyra orkubúskaparliga við at hava hurðina afturlatna so nógv sum gjørligt – kalda luftin skal helst verða verandi harinni. Og legg tær í geyma, at tað kostar nógv meiri orku at lata køliskápið upp og aftur ofta enn at lata køliskápshurðina standa opna longri, meðan tú tekur tað út, sum tú skalt brúka.
Hav køliskápið og frystaran fullan jóladagarnar. Nógvir kaldir lutir hjálpa køliskápinum at fáa hitan skjótt aftur á beint, hvørja ferð køliskápshurðin verður latin upp. Ansa eftir ikki at ovfylla køliskápið - pláss skal framvegis vera fyri, at kalda luftin sleppur at øllum vørunum.
Uppvask - spar vatn og el
Syrg fyri at fylla uppvaskimaskinuna fulla, áðrenn tú setir hana í gongd. Eitt lítið uppvask slúkar stórt sæð eins nógva orku sum eitt stórt. Vel harumframt styttst møguliga programmið og lægst møguliga hitan fyri at fáa uppvaskið reint. Tú kanst t.d. spara ein fjórðing av orkuni við at velja eitt orkuspariprogramm, sum vaskar við 55 stigum, fram um eitt vanligt programm við 65 stigum. Tú kanst fáa eitt gott vaskiúrslit við lægri hitastigum, serliga um tú minnist til at seta skitna borðbúnaðin í maskinuna beint eftir nýtslu og lata lúkuna heilt aftur, so matleivdirnar ikki torna.
Ongin orsøk er til at skola borðbúnaðin av, áðrenn hann verður settur í maskinuna. Nógmikið er at beina fyri stóru matleivdunum. Á henda hátt sparir tú eisini vatn.
Við hesum hyggjuráðum ynskir heimasíðan øllum lesarum sínum eini gleðilig jól og eitt gott og eydnuríkt nýggjár!