Altjóða dagur fyri vatnorku er í dag.
Vatnorka er grøn orka, og serliga í ár hevur føroyska elframleiðslan úr vatnorku roynst væl. Higartil í ár hevur vatnorkan staðið fyri 28% av samlaðu elorkuframleiðsluni, og tað merkir, at í ár hevur tað verið soleiðis, at nærum triðju hvørja ferð, vit tendraðu ljósið, løddu telefonina ella bilin, var tað streymur úr vatnorku, vit brúktu.
Til og við september 2022 eru 88,1 GWt framleiddir úr vatnorku. Hetta er 30 GWt fleiri enn í fjør og smáir 2 GWt fleiri enn í 2015, sum var metár fyri vatnorkuframleiðslu við 85,5 GWt.
Vit hava í Føroyum havt vatnorkuframleiðslu í 101 ár. Fyrsta vatnorkuverið varð tikið í nýtslu í Botni í Vági í juli 1921.
Góðan altjóða vatnorkudag!