Gjaldførið fíggjar íløgurnar í 2007

SEV ætlar einki nýtt lán at taka, hóast roknað verður við 74,5 milliónum krónum í íløgum í 2007. Gjaldførið fíggjar neyðugu íløgurnar næsta ár, og soleiðis sleppa brúkararnir undan rentuútreiðslum av lánum, tí íløgurnar eru longu í stóran mun rindaðar umvegis elrokningarnar.

Samstundis sum SEV megnar at halda elprísunum á sama lága støði í 2007 sum átta tey undanfarnu árini, so megnar felagið eisini at fíggja íløgur fyri 74,5 milliónir krónur í næsta ár við gjaldførinum. Soleiðis sleppa brúkararnir undan rentuútreiðslum, tí íløgurnar eru longu fyri ein stóran part goldnar umvegis elrokningarnar.

Umboðsnevndin samtykti á regluliga umboðsnevndarfundinum í dag fíggjarætlanina fyri 2007, har roknað verður við 237,9 milliónum krónum í inntøkum.

SEV hevur staðfest 5,2 prosent í vøkstri í elframleiðsluni fyrstu 10 mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í 2005, eftir at framleiðslan minkaði 1,6 prosent í fjør samanborið við 2004. Samanbera vit 12 mánaðar tíðarskeiðini nov. 2004-nov. 2005 og nov. 2005-nov. 2006, so er talan um 3,8 prosent í framleiðsluvøkstri.

Grundað á ta gongd, sum er í føroyska búskapinum, roknar SEV við, at elnýtslan fer at økjast trý prosent í 2007 sammett við í ár.

Íløgurnar
SEV skal áhaldandi útbyggja bæði framleiðandi eindirnar og elnetið til framtíðartørvin.

Í 2007 verða 16,2 milliónir krónur brúktar til at útbyggja framleiðsluvirkini, og 34,5 milliónir krónur verða brúktar til býtisvirkini. Av teimum verður umleið helvtin brúkt til nýggja 60 kV kaðalsambandið millum Sundsverkið og koplingarstøðina í Skálabotni. Tá hetta sambandið er liðugt, fer SEV at hava munandi betri møguleikar at flyta elorkuna runt á netinum. Í løtuni eru linjurnar í stóru stálmastrunum, sum standa á fjøllunum í Streymoynni og Eysturoynni, høvuðsæðrin í 60 kV skipanini.

Yvirfriðingarnevndin kravdi í oktober í ár, at SEV skal gera árinskanningar, áðrenn hon tekur støðu til, hvørt Elfelagið skal fáa loyvi at halda fram við vatnorkuni í Eysturoynni, Eiði II. SEV hevur tikið stig til at byrja kanningarnar, og tvær milliónir krónur eru settar av til árinskanningar í fíggjarætlanini fyri 2007.

Framtíðarbygnaðurin
Umboðsnevndin samtykti á umboðsnevndarfundinum 28. apríl 2006 at heimila stýrinum at seta ein arbeiðsbólk at viðgera framtíðarbygnaðin í SEV.

Nógv er eftir at greina í hesum máli, men stýrið greiddi í dag umboðsnevndini stutt frá arbeiðinum, sum eftir ætlan skal vera liðugt í einum tilmæli á næsta regluliga umboðsnevndarfundi, sum sambært viðtøkunum skal haldast, áðrenn apríl 2007 er farin aftur um bak.


Málið um framtíðarbygnaðin hjá SEV kann í høvuðsheitum setast upp í tveimum høvuðsspurningum: Hvussu brynjar SEV seg best til broytingar, og hvør bygnaður er best hóskandi bæði í eini møguligari kappingarstøðu og til eigararnar – kommunurnar – um teir ynskja at selja sín part.


Elveitingin hjá SEV fer í dag fram í interkommunalum rammum, har vinningur ikki fæst burturúr, og har málið er “trygg elveiting út í hvønn krók fyri so lágan kostnað sum gjørligt.” Tað yvirskot, sum SEV fær burtur úr elsøluni, verður flutt til útbyggingar og annað mennandi arbeiði, og soleiðis liggur yvirskotið í veruleikanum hjá teimum somu, sum rinda fyri elmegina – nevniliga borgarunum.


Stýrið heldur, at SEV eigur at halda fast um hesa meginreglu, sum m.a. kemur greitt til sjóndar næsta ár, tá íløgurnar verða fíggjaðar við gjaldførinum. Men sama hvørjar broytingar framtíðin fer at bera við sær fyri SEV, so eigur Elfelagið at seta í verk eina menningartilgongd, sum í størri mun ger felagið ført fyri at taka støðu til nýggjar avbjóðingar í eini tíð, har alt gongur við rúkandi ferð, og har treytin er, at fyritøkur eru førar fyri at taka skjótar avgerðir.

Stýrið vísti í síni frágreiðing til umboðsnevndina í dag á, at tað ber til í høvuðsheitum at halda fast um verandi framleiðlsu- og elveitingarskipan og samstundis gera Elfelagið meira tíðarhóskandi, so tað verður virkisførari.


SEV er í dag skipað sum lutafelag, ið kommunurnar eiga. Men aðrir møguleikar eru t.d. partafelag, grunnur ella lutafelag í broyttum líki.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking