Gamlar vindmyllur skapa nýggj arbeiðspláss

Donsku vindmyllurnar kring heimin verða eldri og eldri og krevja støðugt meiri viðlíkahald. Hetta hevur skapt eitt nýtt útflutningsævintýr.

Ein nýggjur miljardamarknaður fyri danskar teknikarar og verkfrøðingar er skaptur. Danskar vindmyllur eru seinastu 20 árini spjaddar kring heimin, og í takt við at myllurnar verða eldri, skulu tær umvælast og hava skift lutir.

Hetta fær nú fleiri danskar fyritøkur at fara undir eitt nýtt útflutningsævintýr, har stórur eftirspurningur er eftir danskari servitan.

Danmark á odda

- Vindmylluídnaðurin byrjaði í Danmark. Tí eru vit frammanfyri mong onnur lond á hesum øki og hava ein fyrimun mótvegis útlendskum kappingarneytum, sigur Tommy Vognsen, rakstrarstjóri í Dansk Vindmølleteknik, við Jyllands Posten.

Fyritøkan í Jyllandi hevur í áratíggjur veitt lutir til donsku vindmylluframleiðararnar.

Men nú hevur fyritøkan vent kikaranum ímóti vindmyllueigarunum, som í alt størri mun hava brúk fyri servitan til at umvæla virðismiklu myllurnar.

Danskt know how

- Tað kann vera ein trupulleiki at fáa umvælt gamlar vindmyllur. Kanska ber ikki til at útvega lutir til myllurnar, og fá vita, hvussu tær eru gjørdar. Hesa vitanina hava vit her heima. Tí hevur Danmark ein stóran møguleika fyri at fáa lut í eisini útlendska vøkstrinum á økinum, sigur Tommy Vognsen.

Í takt við at marknaðurin er vorðin meiri búgvin, er vinnan farin frá at vera smáar fyritøkur við tveimum monnum í einum kassabili og eini lítlari høll til at vera størri, meira profesjonellar fyritøkur.

- Tað fer ein profesjonalisering fram á marknaðinum. Og tað koma alt fleiri áheitanir úr útlandinum, ið spyrja eftir danskari vitan. Tað er ikki fyrrenn nú, at umvælingarmarknaðurin fyri vindmyllur av álvara veksur, sigur Tommy Vognsen.

Hann roknar við, at danski marknaðurin fyri vindmyllutænastum er upp á umleið 0,5 mia. kr.

Vaksandi marknaður

Men marknaðurin er vaksandi í takt við at talið á eldri myllum hækkar. Fyrstu 5-10 árini hava framleiðararnir ábyrgdina av myllunum.

Eftir hetta er meiri brúk fyri óheftum tænastufyritøkum, tá vindmyllurnar verða eldri. Sjálvt um Dansk Vindmølleteknik bert hevur hálvt ár á baki, hevur fyritøkan fingið áheitanir frá útlendskum kundum, ið hava brúk fyri danskari hjálp.

- Alt frættist so skjótt í dag. Og eftirspurningur er eftir donskum fyritøkum, sum hava eina vitan og ein førleika á eftirmarknaðinum fyri vindmyllur, sigur Tommy Vognsen.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking