28 ára gamla Nordtank vindmyllan hjá SEV, sum fórst 9. november, tá snarljósið sló niður í mylluna, var fyrsta væl eydnaða langtíðarverkætlan við vindorku í Føroyum.
Royndir við at framleiða vindorku inn á netið hjá SEV hava verið gjørdar síðani seinast í sjeytiárunum. Fyrst í Suðuroy og Vágum, og seinni á Hellunum. Eingin av hesum verkætlanunum hepnaðist tó til fulnar. Tað vísti seg at vera sera trupult at fáa myllur, sum hildu til føroyska veðurlagið í longri tíð.
SEV avgjørdi tó at gera eina roynd við Nordtank mylluni, sum bleiv sett til netið í 1993, og sigast má, at hon hevur tænt fyri seg.
Myllan hevur øll árini riggað væl, framleiddi mest fram til 2006, t.e. 550.000 kWt um árið. Framleiðslan var meira enn væntað, og generatorurin, sum var á 150 kW, var stundum uppi á 180 kW. Hesin generatorurin helt til 2007, tá hann bleiv skiftur út. Eftir hetta bleiv myllan lastað nakað minni, og í tíðarskeiðnum 2007 - 2021 framleiddi hon uml. 350.000 kWt um árið. Tað svarar til árligu nýtsluna hjá ávikavist 140 og 90 húskjum.
Í síni livitíð hevur myllan framleitt tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið og spart føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju.
Myndir: B. Á. Rubeksen