Danmark hevur fingið fyrsta LED-upplýsta motorvegastrekkið í norðurlondum.
Tá bilførararnir snara úr Gentofte og út á Helsingørmotorvegin, koyra teir inn á fyrsta LED-upplýsta motorvegastrekkið. Við LED-armaturum er tørvur bert á helvtini so mongum armaturum framvið motorvegnum, og sparingin liggur um 60 prosent, upplýsir Dong Energy, ið stendur fyri verkætlanini.
- LED er spildurnýtt sum motorvegaljós, men hevur fleiri fyrimunir í mun til gomlu ljósloysnirnar og kann minka um orkunýtsluna á donsku motorvegunum. Við nýggja LED-ljósinum ganga orkusparingar, ferðslutrygd og nýggj tøkni upp í eina hægri eind, sigur Erik Petersen, verkfrøðingur hjá Dong Energy.
Útskiftingin til nýggja LED-motorvegaljósið er partur av einum pilotprojekti, sum er tað fyrsta av sínum slag í norðurlondum. Philips hevur gjørt sersniðgjørda armaturið til projektið undir heitinum Mega Københavneren, ið – sum navnið sigur – er ovurhonds stórt. Støddin ger, at LED-ljósdiodir kunnu upplýsa báðar síður av koyribreytini. Hetta minkar bæði um talið á armaturum við eini helvt og orkunýtsluna. Við helvtini so mongum armaturum er minni tørvur á viðlíkahaldi, so pengar eru eisini at spara sum avleiðing av lægri tænastuútreiðslum.
Ljósið dempar automatiskt
Armaturini eru útgjørd við nýggjastu tøknini innan intelligent ljós, so ljósið dempar automatiskt, tá lítil ferðsla er. Hetta minkar munandi um orkunýtsluna og CO2-útlátið og ger nýggju armaturini til eina umhvørvisvinarliga ljósloysn.
Tilsamans tíggju sergjørd armatur av slagnum Philips Mega Københavner eru sett upp á einum umleið 250 metrar longum motorvegastrekki ístaðin fyri 20 av teimum gomlu armaturunum á Helsingørmotorvegnum.
Nýggju armaturini geva eina árliga orkusparing upp á 8.200 KW/h í mun til tey gomlu armaturini. Hetta er meira enn helmingurin av orkunýtsluni og svarar til ein niðurskurð í elnýtsluni upp á 60 prosent fyri hvønn kilometur av motorvegi.
Philips Mega Københavner innihalda tvey LEDgine-modul við 64 LED-ljósdiodum hvør, sum hava eina livitíð upp á í minsta lagi 50.000 tímar. Hetta er umleið tríggjar ferðir meira enn gulu ljósini og upp til seks ferðir meira í mun til aðrar vanligar ljóskeldur.