Fyrstu elbila-smiðirnir fingið prógv

Tveir teir fyrstu góðkendu elbila-smiðirnir í Danmark hava fingið útbúgving hjá Renault í Fraklandi.

Tveir teir fyrstu góðkendu elbila-smiðirnir í Danmark eru júst heim aftur komnir til verkstaðin hjá Bilia í Nærum norðanfyri Keypmannahavn, eftir at hava verið á elbila-skeiði hjá bilaframleiðaranum Renault í Fraklandi.

Thomas Andersen er annar av nýggju elbila-smiðunum, og hann væntar størri áhuga fyri elbilum, millum annað orsakað av høgu bensinprísunum. Í Danmark hækkaði bensinprísurin í morgun til 12,39 kr. fyri liturin, og her heima fór hann upp á 10,05 kr/liturin.

Í løtuni er bíðilisti, um áhugi er fyri at keypa ein elbil. Bilasølurnar rokna við, at framleiðararnir frá 2013 vera førir fyri at levera elbilar samsvarandi eftirspurninginum.

Leidningar lívshættisligir

Í mun til vanligar bilar er sterkstreymur undir motorhjálminum á elbilum, og tað ber í sær, at smiðirnir skulu vera í handskum og hjálmi. Smiðirnir skulu arbeiða tveir saman, soleiðis at annar ansar eftir, meðan hin arbeiðir.

Sokallaði serviceblokkurin, ið situr við høgra bakhjól, verður tikin úr, og ein sokallaður dummy settur í ístaðin. Ikki fyrrenn fimm minuttir seinni er 400 volt háspenningin í bilinum vandaleys, skrivar Motor Magasinet.

Elbilaeigarar skulu tjekka sprinklaravesku, bremsuvesku, olju og so framvegis, eins og á einum vanligum bili. Hinvegin er tað lívshættisligt at pilka við leidningarnar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking