Elbilaeigarar í Keypmannahavn nýtast nú ikki longur at bíða í átta tímar eftir, at elbilurin fær streym frá battaríinum. Í vikuni fekk Keypmannahavn fyrsta snarløðaran til elbilar í Danmark.
Tekur 20 minuttir at løða bilin
Snarløðarin líkist einum bensinstandara, men inniheldur eitt heilt øðrvísi brennievni.
Løðarin kann sambært framleiðarunum ABB og ChoosEV løða eitt elbilabattarí upp til 80 prosent av kapasitetinum eftir 20 minuttum.
Kann koma niður á 6 minuttir
Men løðitíðin kann koma heilt niður á 6 minuttir í framtíðini, sigur framleiðarin.
Snarløðarin stendur á Landgreven inni í miðbýnum í Keypmannahavn. Talan er um eina prototýpu, men ABB roknar við at kunna hópframleiða standaran um eitt ár ella so.
Ætla at gera høvuðsstaðin CO2-neutralan
Millum tey hjástøddu var Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharri, sum eisini fekk heiðurin at seta streym til teir fyrstu elbilarnar.
Snarløðarin er liður í ætlanini hjá Keypmannahavnar kommunu at gera danska høvuðsstaðin CO2-neutralan, skrivar ChoosEV á heimasíðuni.