Fyrsti og einasti kvinnuligi elektrikarin á SEV

Anna Vang stórtrívist á 15. ári á innleggingardeildini saman við sínum átta mannligu starvsfeløgum.

46-ára gamla Anna Vang úr Kvívík hevur starvast sum elektrikari á innleggingardeildini hjá SEV síðani í oktober 1996.

Sostatt hevur hon í heyst 15 ár á baki sum fyrsti - og framvegis einasti - kvinnuligi elektrikarin í elfelagnum.

Til Havnar í læru

Anna var 27 ára gomul, tá hon tók útbúgving sum elektrikari í 1991.

Hon helt tað ljóða spennandi, tá hon sá eina lýsing í bløðunum frá Kára av Reyni, el-innleggjara í Havn, sum søkti eftir einum elektrikaralærlingi.

Hon hevði tá fingið hug at royna handverkarafakið, eftir í eina tíð at hava hjálpt pápa sínum við at smíða og víst gott hegni og handalag til tað.

- So eg gjørdi ikki mætari enn at fara til Havnar og beint inn til Kára við umsóknini - og hóast fleiri umsøkjarar vóru, var eg so heppin at verða tikin framum, greiðir Anna Vang smílandi frá.

Ikki nýtt fyribrigdi

At kvinnur læra til elektrikara, er ikki nakað nýtt fyribrigdi, hvørki her ella aðrastaðni. Tað var tað heldur ikki í seinnu helvt av áttati-árunum, tá Anna tók av hesi avbjóðingini.

- Tá eg byrjaði sum lærlingur var longu ein kvinna í læru har frammanundan, og tilsamans vóru vit ikki færri enn seks kvinnur, ið lærdu til elektrikara samstundis, minnist Anna.

Teldan er týdningarmikð arbeiðsamboð hjá elektrikarunum á innleggingardeildini á SEV. Her eru Jørleif Vang, Anna Vang og Jón Mikkelsen til arbeiðis.

 

Kortini kundu tær meira enn so koma út fyri at skula sannføra summar, serliga eldri, kundar um, at tær dugdu síni ting einsvæl og mannligu starvsfelagarnir.

Einsamøll høna millum nógvar hanar

- Vit skuldu allatíðina prógva, at vit vóru uppgávu okkara vaksnar, og tað kundi vera eitt sindur irriterandi viðhvørt, sigur Anna Vang álvarsom, men leggur so í sama andadrátti aftrat, at hon sum heild hevur trivist sera væl í starvinum.

- Á innleggingardeildini á SEV eru vit níggju elektrikarar, og sum einsamøll kvinna her havi eg bara alt gott at bera starvsfeløgum mínum. Summi halda, at tað ikki er fyri sartar sálir bara at arbeiða saman við monnum, men soleiðis havi eg ikki kent tað. Gamaní kunnu teir gera í so nógv av viðhvørt, men tá er bara at svara aftur úr somu skuffu, flennir Anna.

Byrjaði í 1996

Anna byrjaði á innleggingardeildini í 1996.

- Eisini tá var eg so heppin at verða tikin framum fleiri aðrar umsøkjarar. Tíðirnar vóru framvegis ringar tá, eftir bankaskrædlið í 92, og arbeiðini hingu ikki á trøunum. Tí ráddi um at liggja framvið og taka við tí, ið beyðst, sigur Anna um orsøkina til, at hon endaði á SEV.

Hon hevði tá í nøkur ár brúkt tíðina uppá at vaksa og hjúkla um familjuna.

Stutt eftir at hon var liðug við útbúgvingina í 1991, átti hon fyrsta barnið. Búskaparkreppan var tá í hæddini og sendi túsundatals fólk út í arbeiðsloysi. Men ístaðin fyri at sita og bína yvir hesum, avgjørdu hon og maðurin at fáa sær næsta barnið beinanvegin. Seinni eru síðani tvey komin aftrat.

Fjølbroytt arbeiði

Á innleggingardeildini hava tey býtt ymsu arbeiðsuppgávurnar sínámillum.

Nøkur taka sær sum eftirlitsfólk av at fara út at kanna nýggjar innleggingar, áðrenn tær verða settar til. Onnur ferðast kring landið at taka gamlar málarar niður og seta nýggjar fjaravlisnar málarar upp ístaðin.

Hesum arbeiðum hevur Anna Vang eisini luttikið í, men nú tekur hon sær í høvuðsheitum av skrásetingum av ymsum slag umframt øðrum tekniskum uppgávum.

Anna in action. 

Størsta uppgávan

Anna hevur altíð verið til reiðar, tá boð hava verið eftir henni - eisini til tær minni tespiligu uppgávurnar, ið fylgja við starvinum sum elektrikari á SEV.

M.a. hevur hon mangan upplivað at verið boðsend á miðjari nátt, í kava og illveðri, at fara upp í elsteyrar at umvæla brek ella at slíta streymin til hús, hvørs eftirstøða var vorðin ov stór.

Størstu uppgávuna, hon hevur verið við til at loyst, heldur hon sjálv vera, tá hon var við til at montera talvuna á uppsjóvarvirkinum í Kollafirði. Hetta setti stór krøv til hennara, men eisini hesa uppgávuna greiddi hon til fulnar.

Sjómanskona

Anna er sjómanskona og hevur sostatt meginpartin av tíðini verið einsamøll um at taka sær av heimi og børnum. Kortini hevur borið væl til at sameina arbeiði og heimauppgávurnar, sigur hon.

- Nú eru flestu børnini vaksin, men tá tey vóru smærri, hevði eg mammu mína at hella meg til, tá ið á stóð.

Í fríløtunum dámar Onnu sera væl at vera úti í náttúruni - og ikki minst at liggja í tjaldi.

Ófør at fletta

Seyður hevur eisini altíð verið partur av gerandisdegnum hjá henni, og tá slaktið er fyri, er hon eisini við har í fremstu røð - sum ein av teimum ágrýtnastu flettarunum.

- Alt, ið gagnnýtast kann, verður tikið upp. Onki fer til spillis. Hvør speðril verður vendur, sigur Anna, sum harmast um alsamt vaksandi burturkastið frá slakti í dag.

Boð hava eisini verið eftir Onnu Vang til ymisk álitisstørv í heimbygdini, m.a. sum leiðari fyri KFUM- og K skótunum. Somuleiðis er hon forkvinna í bygdarfelagnum Glæmuni, sum saman við skótunum og róðrarfelagnum stílar fyri ymsum árligum tiltøkum í bygdini.

Her hava vit sostatt við eina raska og evnaríka damu at gera, ið bæði er arbeiðsplássi og heimbygd síni til spekt og sóma.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking