Nissan Leaf hevur hugtikið bilserfrøðingar við sínum koyrieginleikum og er í hesum sambandi fyrr kosin ársins bilur í Evropa.
Nú er váttan fingin fyri, at hann eisini tolir ein stoyt.
Euro NCAP hevur testað Leaf í samanstoytum og givið honum fimm stjørnur.
Betri enn iMiEV
Fimm stjørnur er tað mesta, ein bilur kann fáa í hesi royndini.
Hetta er fyrstu ferð, at ein fullelektriskur bilur stendur seg so væl.
Euro NCAP hevur fyrr testað Mitsubishi i-MiEV í samanstoytum. Hann fekk fýra stjørnur.
Nissan Leaf, sum hann tekur seg út í dag.
Standardurin settur
Nissan Leaf varð testaður við battarínum koblaðum til. Uttan at hetta avdúkaði nakran trupulleika við elektrisku skipanini. 24 kWh-battaríið er plaserað undir baksetrunum á Leaf, og tað heldur Euro NCAP minkar um vandan fyri skaðum á battaríið.
Dr. Michiel van Ratingen, sum er aðalskrivari í Euro NCAP, heldur royndirnar vera prógv fyri, at elbilar kunnu vera líka tryggir sum vanligir bilar.
– Standardurin er nú settur fyri næsta ættarlið av bilum á evropeiska marknaðinum, sigur hann í einum tíðindaskrivi.