Av samlaðu elframleiðsluni fyrsta ársfjórðing stavaðu 51 prosent frá varandi orkukeldum. Samstundis er samlaða elframleiðslan vaksin við sløkum 10 prosentum, í mun til í sama tíðarskeið í fjør, sum er methøgt. Vanligur vøkstur er 2 prosent, men nógv virksemi er í samfelagnum, og seinnu árini hevur vøksturin í elframleiðsluni ligið um á leið 4 og 5 prosent.
Tann ovurstóri vøksturin í samlaðu elframleiðsluni merkir eisini, at hóast framleiðslan úr vatnorku og vindorku er vaksin, liggur grøni parturin av samlaðu framleiðlsuni á 51 prosentum. Var framleiðslan á sama støði sum árið fyri, hevði grøni parturin verið størri.
Tó at januar í ár var eins turrur og kaldur og undanfarin ár, so er tað serliga vatnorkan, sum samlað sæð stendur fyri størsta vøkstrinum í 1. ársfjórðingi. Í mun til sama tíðarskeið í fjør er vøksturin sløk 29 prosent. Hesin vøkstur stavar serliga frá mars mánaði, ið royndist sera væl við vatni, og har vøksturin í vatnorku var 52 prosent.
Afturgongd var í framleiðsluni úr vindorku í mun til 2018. Afturgongdin í vindorku er 12,5 prosent, meðan stór framgongd á sløk 29 prosent var í elframleiðsluni úr vatnorku, og somuleiðis vaks framleiðslan úr olju við 8 prosentum.
Turrur apríl mánaði
Tá apríl verður tikin við, og vit hyggja at fyrstu fýra mánaðunum í árinum, minkar grøni parturin av framleiðsluni eitt vet. Vøksturin í samlaðu elframleiðsluni er framhaldandi 10 prosent í mun til apríl í fjør, men av tí, at tað hevur verið kalt í veðrinum og lítið regn, heili 40 prosent minni enn í apríl í fjør, er vatnorkuframleiðslan minkað.
Harafturímóti royndist apríl væl við vindi, heili 32 prosent betur enn í fjør. Samanlagt var framleiðslan úr vatni og vindi í apríl 47,7 prosent av samlaðu framleiðsluni.