Fyrsta royndin við sjóvarfalsorku á føroyska elkervið.

Fyrsta royndin við sjóvarfalsorku á føroyska elkervið.
6. mars 2013 gav SEV Sp/f FTPP, v/Uffa Bærentsen, Vestmanna fyribils loyvi til íbinding í netið hjá SEV á Oyragjógv til framleiðslu av el úr sjóvarfalsorku.

FTPP hevur víðariment eitt týskt patent, sum ger tað møguligt at framleiða elorku úr sjóvarfalli.
Skipanin, sum er eitt hjól, sum verður ankrað fast í havbotnin í Vestmannasundi, og sum fer at mala av streyminum, verður væntandi lagt út um umleið 14 dagar.
Roknað verður við, at hesin fyrsti parturin framleiðir umleið 100 KW, tá ið tað rekur harðast.
SEV hevur fylgt hesum spennandi tiltaki frá fyrsta degi av, og hevur saman við øðrum gjørt sítt til, at hendan spennandi verkætlan nú gerst veruleiki.
SEV ynskir felagnum FTPP góða eydnu við royndarverkætlanini og vónar, at hendan fer at føra til, at vit kunnu fáa meira elframleiðslu burtur úr varandi orku, og at vitanin innan sjóvarfalsorku verður víðariment í Føroyum.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking