Rakstrarleiðarin skal seta í verk trygdargóðskuskipanina, sum m.a. skal tryggja, at eltrygdin áhaldandi er í hásæti, og at starvsfólk hava neyðugar førleikar at røkja síni størv. |
Freistin at søkja starvið sum rakstrarleiðari hjá SEV var úti á midnátt. Fýra umsóknir eru komnar til starvið, sum SEV stýrið setir eftir tilmæli frá stjóranum.
Leivur Hansen stýrisformaður upplýsir, at stýrið ætlar at seta starvið skjótast gjørligt.
SEV hevur søkt eftir rakstrarleiðara sambært ískoytinum til sterkstreymsreglugerðina, ið kom í gildi 1. oktober 2005, og sum ásetir, at SEV sum virkiseigari hevur ábyrgdina av, at ein trygdargóðskuskipan verður gjørd og hildin við líka fyri Elfelagið.
Skipanin skal eitt nú tryggja, at starvsfólk hava neyðugu útbúgvingina til starvið, tey røkja, og at sakkunnleikin hjá starvsfólkunum støðugt verður hildin við líka. Trygdargóðskuskipanin skal eisini tryggja, at amboð og útgerð eru tøk til uppgávur, ið skulu fremjast.
Skipanin er eitt amboð hjá elfeløgum til áhaldandi at hava eltrygdina í hásæti.
Rakstrarleiðarin skal skipa fyri hesum arbeiði, ið skal vera liðugt í seinasta lagi 1. oktober 2006. Rakstrarleiðarin hevur ábyrgdina av eltrygdini, og at ravmagnsvirksemið hjá SEV verður rikið samsvarandi 5. bólki í sterkstreymsreglugerðini.