SEV hevur javnan næmingar úr fólkaskúlanum, Tekniska Skúla o.ø. undirvísingarstovnum í starvsvenjing.
Næmingarnir sleppa hesa tíðina at síggja og gera seg kunnugar við so nógv sum til ber av virkseminum hjá elfelagnum - og eisini at royna seg sjálvar undir góðari og kønari leiðslu.
Fýra í starvsvenjing í løtuni
Í løtuni eru fýra SIT-arar á Tekniska Skúla í Havn í starvsvenjing hjá SEV í 14 dagar sum lið í útbúgving teirra. Teir eru: Regin við Streym, Leivur Petersen, Martin Mortensen og Sjúrður Samuelsen.
Teir fýra fáa hesar báðar vikurnar høvi at snodda til virksemið á fleiri deildum hjá SEV - innleggingardeildini, teknikkdeildini, maskindeildini og rakstrardeildini.
Regin við Streym. Mynd: Dan Kruse Thomsen.
Á innleggingardeildini taka tey sær m.a. av tilsetan av el-innleggingum og uppsetan av el-málarum kring landið, á teknikkdeildini montering og programmering av stýringum á el-verkunum og netinum, maskindeildin framleiðir el við olju, vatni og vindi og tekur sær av viðlíkahaldi av maskinum o.ø., og rakstrardeildin hevur ábyrgdina av bygging og viðlíkahaldinum av el-netinum um alt landið.
Fimta deildin er skrivstovan, sum eisini hevur næmingar í starvsvenjing. Skrivstovan umsitur skrásetingar og bókhald og tekur sær av samskiftinum við kundarnar kring landið.
Sjúrður Samuelsen er her í gongd við at montera stýringina til nýggju magnetiseringsútgerðina til generator 1 á Fossáverkinum í Vestmanna. Mynd: Torkil Heinesen.
Hvat er SIT?
SIT er ein 2-ára miðnámsútbúgving, sum er býtt í 1. og 2. støðisár. Møguleiki er at velja innan hesi øki: Træ, El, Bil, Stíl&Snið ella Metal. Eftir 1. støðisár er møguleiki at fara í handverkslæru og fáa 20-25 vikur eftirgivnar av skúlagongd, um hettar samsvarar við ökið.
Eftir lokna 2-ára SIT-útbúgving er møguleiki at fara undir víðari lesna, eitt nú: Maskinmeistara, El-innstallatør, Byggitøkning, Framleiðslutøkning o.a.
Upptøkutreytirnar eru fráfaringarroynd fólkaskúlans og at hava fylgt undirvísingini í alis-/evnafrøði. Skúlin kann í ávísum førum geva undantøk í upptøkukrøvum.
Martin Mortensen er í løtuni í starvsvenjing á innleggingardeildini á SEV - her er hann tó á vitjan á samskiftisdeildini til myndatøku.
Starvsvenjingin týðandi partur
- SIT-næmingar eru yvirhøvur søkjandi ungdómur, sum hevur brúk fyri øllum inntrykkum, sum fakið, teir hava valt, hevur at bjóða teimum í skúlatíðini. Tær báðar vikurnar, tey eru í starvsvenjing, eru sera týðandi, og kunnu enntá verða avgerandi fyri teirra víðari yrkisleið og menning, sigur Tummas Marni Joensen, deildarleiðari á maskindeildini á Tekniska Skúla.
- Í skúlans teknisku undirvísing fellur eisini lættari fyri báðar partar at kunna vísa til tað verkliga, tá ið næmingurin sjálvur hevur fingið seg royndan, sigur Tummas Marni Joensen, sum takkar SEV fyri vælvild í sambandi við, at allir flokkar í motorundirvísingini eisini sleppa at vitja orkuverkini hjá SEV og sostatt eisini tann vegin kunnu mennast í undirvísingini.
- Samanumtikið er góða samstarvið okkara millum av stórum týdningini í okkara undirvísing, sigur deildarleiðarin á Tekniska Skúla í Havn.