Fundamentini til Minesto drekarnar sett út í sundið

Fundamentini til Minesto drekarnar sett út í sundið
Nógv virksemi hevur verið á havnarlagnum í Vestmanna og í sjálvum sundinum

Fundamentini, sum sjóvarfalsdrekarnir hjá Minesto verða tjóðrarðir í, eru nú sett á botnin í Vestmannasundi. Serligu fundamentini eru sniðgivin og framleidd á verksmiðjuni hjá Leask Marine í Orknoyggjunum. Fundamentini eru eitt rammuskapilsi og rundar ballastvektir, sum hava skap sum kleynuringar. Hvør einstakur lutur er søktur á botn úr bátinum C-Fenna, sum Leask eigur.

Næsta stig í verkætlanini verður at leggja kaðlar millum fundamentini og kontrollrúmið á Oyrargjógv. Kaðalarnir flyta elorkuna, sum drekarnir framleiða, upp á land og inn á netið hjá SEV.

David Collier, tekniskur stjóri hjá Minesto, fegnast um, at arbeiðið hevur gingið væl, hóast avbjóðingar við veðurlíkindum og Koronatiltøkum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking