Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Göran Persson, sló á eini ráðstevnu í Bergen í dag fast, at onki land er ført fyri einsamalt at loysa veðurlagsavbjóðingina.
- Hetta er ein alheims avbjóðing, segði hann.
Göran Persson legði dent á, at miseydnast hetta arbeiði í Kina og India, fer ikki at eydnast heiminum at loysa veðurlagsavbjóðingina.
– Kina og India mugu fáa ávirkan í altjóða samgongum sum ST. Trygd, framtíð og umhvørvi okkara eru tengd at teirra avgerðum.
Valdið liggur hjá Obama
Persson rekur í dag eitt jarðarbrúk við síðuna av, at hann ferðast kring jørðina at greiða frá, hvat vit áttu at gjørt fyri at loysa veðurlagsavbjóðingina.
Eitt mál, hann gongur høgt uppí:
– Obama segði herfyri, at USA skal skerja innflutningin av olju við einum triðingi innan 2025, sigur Persson, sum ivast í, at hetta fær undirtøku í amerikonsku kongressini.
– Eg verði ovfarin, um hetta fer ígjøgnum. Hetta verður steðgað, sigur hann.
Gøran Persson leggur dent á, at tá USA hevur tikið støðu til, hvat ið er til ráða at taka, fer tað at ganga skjótt.
- Stóri spurningurin er, um teir koma í gongd, meðan tíð enn er til at handfara veðurlagsavbjóðingina, sigur fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, ið er sannførdur um, at vánaliga veðurlagið í seinastuni kemst av veðurlagsbroytingum.
Kinesarar fara at taka møguleikan
Gongur USA ikki undan, fara kinesarar at gera tað, heldur Persson, sum rósti kunnleikanum og viljanum hjá kinesisku leiðarunum at dúva uppá nýggja tøkni.
– Eg havi hitt ein hóp av heimsins leiðarum, ið hava stórt vald, men sum kortini kunnu ógvuliga lítið, tá samamum kemur. Kinesarar eru væl fyrireikaðir, og teir halda, at loysnin er at dúva uppá nýggja tøkni. Meðan Obama ikki kemur ígjøgnum kongressina við sínum uppskotum, sigur Persson, og vísir á, at dagsins tøkni má skiftast út við nýggja.
– Syrgja vit ikki fyri hesum, fara kinesarar at gera tað. Tað er orkuspurningurin, sum fer at avgera framtíðina.
Kjarnorkan steðgar í Evropa
Fyrrverandi forsætisráðharrin heldur, at kjarnorkuóhappið í Japan fer at forða fyri nýggjari kjarnorku í Evropa og USA.
Hann heldur, at tað verður trupult at fíggja nýggjar reaktorar við dagsins avbjóðingum og dagsins tørvi á varandi orku og orkueffektiviteti.
– Fyri einum ári síðani var grundgevingin fyri kjarnorku, at hon var ein brúgv inn í samfelagið við varandi orku, men hesum hevur Fukushima nú steðgað. Ætlanirnar hjá Kina og India á hesum øki fara tó ikki at verða ávirkaðar av hesum óhappinum. Vit fara at fáa nógva kjarnorku í Kina, India og Suður-Asia. Onga í Evropa og heldur onga í USA, men kanska í Russlandi.
Fegnast um høga oljuprísin
Göran Persson er fegin um høga oljuprísin.
– Eg eri við í einum hugskotsbanka, ið er av teirri áskoðan, at oljuprísurin framvegis fer at liggja omanfyri 100 dollarar fyri tunnuna. Takk góði Guð fyri tað! Hetta er besta fortreytin fyri at handfara veðurlagsavbjóðingina. Skal hetta henda undir marknaðarkorum, so er neyðugt við høgum oljuprísum, sigur hann og leggur aftrat:
– Lágir elprísir kunnu ikki sameinast við menningina av nýggjum orkukeldum, og vit eru noydd til at fremja hesar broytingarnar. Hetta er bæði galdandi fyri húsarhaldini, ídnaðin og flutningsøkið. Falla orkuprísirnir, mugu stjórnirnar í Evropa syrgja fyri at fáa prísirnir upp aftur, sigur Göran Persson.