- Vit vita, hvat vit hava, og vit síggja, hvat vit missa. Vit hava brúk fyri at síggja rennandi vatn!
- Tað er sera órættvíst, at vit skulu gjalda allan prísin fyri, at føroyski elbrúkarin kann fáa streym úr vatni, nú ætlanin er at turrleggja uppaftur fleiri áir her í umráðnum.
Sundalagsfólk eru sum so ikki ímóti vatnorkuútbyggingum, umenn summi eru meira ivingarsom enn onnur í hesum spurningi. Hinvegin hava mong ilt við at skilja og góðtaka, hví bert teirra øki skal brúkast til hesar útbyggingar - við teimum sjónligu inntrivum í náttúruna, ið hetta ber í sær.
Illveður onga ávirkan
Hetta var fatanin, ein sat eftir við, eftir friðarliga og siðiliga kunningarfundin um Víkarætlanina, sum SEV skipaði fyri í Eydnuni á Oyrarbakka í gjárkvøldið.
Hóast herviligt illveður leikaði í uttanfyri, hevði hetta ikki stórvegis ávirkan á uppmøtingina til fundin. Tá samanum kom mundi áhoyraratalið í samkomuhúsinum hjá ungmannafelagnum í Sundalagnum kjálka seg upp ímóti teimum hálvtannaðhundrað, harav ikki so fá komu langvegis frá.
- Ætlanin sær spennandi út - tekniskt sæð, helt ein av áhoyrarunum. Men sjálvandi, áirnar eru ein trupulleiki, legði hann so aftrat.
- Jamen, hví gera tit bara slíkar útbyggingar her norðuri? vildi ein annar hava at vita.
Besta økið í landinum
SEV-stjórin, Hákun Djurhuus, greiddi sjálvur frá Víkarætlanini, og svaraði eisini øllum teimum mongu viðkomandi spurningunum, ið settir vórðu úr salinum.
Til spurningin um, hví SEV bert hevur Sundalagið í huga, tá tað snýr seg um at byggja vatnorkuna út, svaraði hann stutt og greitt:
- Tí hetta er nógv best egnaða økið til endamálið!
- Her er mesta tilfeingið. Her er besta atkoman. Her eru víddir, avfall og hædd, ið brúk er fyri. Tí hongur tað saman, at vit framvegis arbeiða her í økinum, greiddi Hákun Djurhuus róliga og hóvliga frá.
Ókeypis streym afturfyri
- Um so er, so eiga vit at sleppa undan at rinda streymgjald - ella í mesta lagi eitt hálvt gjald, var hugfarsliga svarið úr salinum.
Men tað helt SEV-stjórin ikki bera til við teirri samhaldsføstu skipanini, vit hava á elveitingarøkinum, sum tryggjar øllum elbrúkarum streym av somu góðsku fyri sama prís, sama hvar í landinum teir búgva.
Bæði ung og eldri vóru millum spyrjihugaðu áhoyrararnar.
Spurt varð eisini, hví SEV hevði slíkan skund við at útbyggja vatnorkuna, og um møguleikar ikki vóru fyri øðrum orkukeldum enn vatni, so sum vindi, alduorku, streymorku, Íslandskaðali og kjarnorku.
- Elveitingareftirlitið umsitur nú vindorkuútbyggingar og er í ferð við at gera útbjóðingartilfar í sambandi við nýggjar útbyggingar á hesum øki. Sjálvir hava vit eisini vindorku við í 10 ára útbyggngarætlan okkara. Aldu- og streymorka er ikki tøk enn, og mær vitandi eru ongar ætlanir um kjarnorku í Føroyum sum er. Málið um Íslandskaðalin er eitt politiskt mál, sum Vinnumálaráðið hevur undir hond, vísti Hákun Djurhuus á.
Í fyrsta lagi veruleiki um 8 ár
Hann legði samstundis dent á, at tá aðrar skynsamar alternativar orkuloysnir verða tøkar, ber allastaðni til at koma aftur til "basic" .
Við hesum sipaði hann til, at møguleiki verður fyri at lata tiknu áirnar upp aftur. Hann lovaði eisini, at atlit skulu takast at Fossá og øðrum fossum og áum í umráðnum, so tey verða ávirkað sum minst av ætlaðu útbyggingini.
Somuleiðis legði hann áherðslu á, at Víkarætlanin sum er bert er - sum navnið sigur - ein ætlan. Minst fýra ár fara til undankanningar og at fáa neyðug loyvi til vega, og síðani ganga fýra ár aftrat, áðrenn Víkarverkið verður liðugt og kann takast í nýtslu.
Minni heftir av arabarum
- Ja, best mann vera at sláa kalt vatn í blóðið, tí hendan ætlanin er jú bert í byrjunarfasuni, helt ein áhoyrari fyri og helt fram:
- SEV er størsta framstig, sum kommunurnar hava gjørt í Føroyum. Persónliga havi eg altíð verið fyri vatnorkuútbygging. Hetta kemst eisini av, at vit ikki eiga at vera heft av arabarum og teirra olju. Og sjálvandi skulu treytir setast SEV í sambandi við hesa ætlanina.
Undir orðaskiftinum varð eisini víst á, at SEV hevur skyldu bæði mótvegis føroyska og alheimssamfelagnum at fylgja Veðurlagspolitikki Føroya og teimum har ásettu málunum, ið eftir ætlan skulu vera lokin innan 2020.
Misnøgd við landspolitikararnar
- Hetta skal SEV ikki dadlast fyri. SEV ger bert tað, teimum er álagt í hesum skjali, og persónliga haldi eg, at teir sum heild gera eitt gott arbeiði. Spurningurin er hinvegin, um landspolitikararnir eru greiðir yvir, hvat ið teir samtykkja, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri m.a. okkum her norðuri, var niðurstøðan hjá einum av seinastu viðmerkjarunum, áðrenn tann stívliga tveir tímar langi fundurin var av.
Hákun Djurhuus var sera fegin um fundin:
- Hetta var ein góður og siðiligur fundur. Fólk hildu seg tíbetur ikki aftur við at seta spurningar og gera viðmerkingar. Allur framburður hevur sín prís. Uppgávan hjá okkum verður at virða tað, sum skal fara, við at avmarka tað mest møguligt. Vit halda fram við at arbeiða við hesum. Vit lurta eftir tí, ið verður sagt, og fólk eru vælkomin at venda sær til okkara við spurningum og viðmerkingum, segði Hákun Djurhuus at enda.
Tann umleið tríkorter langa framløgan hjá SEV-stjóranum umfataði eisini 10 ára útbyggingarætlanina hjá SEV, ið røkkur frá 2009 til 2020.