Framtíðin hjá týsku kjarnorkuverkunum avgjørd í juni

Merkel kanslari hevur sett tvær nevndir at endavenda trygdina á teimum 17 týsku kjarnorkuverkunum.

Tvær nevndir skulu nú endavenda trygdini á týsku kjarnorkuverkunum hetta til 15. juni.

Tástaðni verður støða tikin til, um størsta landið í ES skal beina fyri kjarnorkuni sum avleiðing av stóru trupulleikunum á japanska Fukushima-verkinum eftir jarðskjálvtan í næstsíðstu viku.

Onnur nevndin undir umhvørvismálaráðnum skal í høvuðsheitum hyggja at teknisku viðurskiftunum, meðan hin nevndin, mannað við millum øðrum granskarum, skal hyggja at at teimum meiri etisku og samfelagsviðkomandi spurningunum í sambandi við kjarnorkuna. Samstundis skal ein nýggj trygdarætlan gerast fyri øll tey 17 týsku kjarnorkuverkini.

12 ár aftrat

Hetta er greitt eftir ein kreppufund, sum Angela Merkel samveldiskanslari í gjár hevði í Berlin við teir fimm forsætisráðharrarnar, hvørs landslutir hýsa kjarnorkuverkunum.

- Eg vil ikki útiloka, at endavendingin kann fáa avleiðingar fyri livitíðina hjá kjarnorkuverkunum, segði Merkel.

Stjórn hennara avgjørdi annars hóast mótmæli í fjørheyst at sleppa eini ætlan um at gevast við kjarnorku og loyva verkunum í 12 ár aftrat at framleiða orku.

Men myndirnar úr Japan, har sløkkiliðsmenn stríðast av øllum alvi við at fáa tamarhald á støðuni á Fukushima-verkinum, hava fingið Merkel at broyta kós.

Andstøðan skýrir avgerðina hjá Merkel populistiska. Sosialdemokratiski forsætisráðharrin í Rheinland-Pfalz, Kurt Beck, hartar kanslaran fyri bert at hava boðsent sínum borgarligu floksfeløgum til kreppufundar.

Sunnudagin verður val í landsluti hansara og grannalandslutinum Baden-Württemberg, har kjarnorkuspurningurin væntandi eisini fer at seta dám á valúrslitið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking