Vindmyllur til húsbrúk eru bæði óútrokniligar og óítøkiligar.
Tað er niðurstøðan hjá byggifelagnum Logik & Co í Keypmannahavn, sum ætlaði at leggja seg eftir at gera el við hjálp av tílíkum vindmyllum, skrivar blaðið Vedvarende Energi & Miljø.
- Her steðgar leikurin. Vit kunnu ikki meira, sigur Balder Johansen frá byggifyritøkuni.
Í 2009 fór fyritøkan undir at seta upp vertikalakslaðar 1 kW vindmyllur til húsbrúk av slagnum Venco Twister 1000-T. Tilsamans náddi fyritøkan at keypa og seta upp tíggju vindmyllur - harav eina á royndarstøðini hjá Energistyrelsen á Risø DTU.
Ikki sum lovað
Myllan varð sett upp í oktober 2010 og beint undan summarfrítíðini í ár staðfesti Peggy Friis, granskari, at mátturin var umleið 40 prosent lægri enn framleiðarin hevði lovað. Myllan kann veita umleið helmingin av elnýtsluni hjá einum lítlum húski um árið.
Úrslitini vísa harumframt, at framleiðslan steðgar, tá vindferðin fer uppum 15 m/s.
Logik og Co er somikið ónøgt við myllurnar, at teir nú hava stevnt framleiðaranum Venco við kravi um endurgjald.