Stóra franska ídnaðarfyritøkan Alstom miðar eftir at seta seg á í minsta lagi 10 pst. av marknaðinum fyri frálandsvindmyllur.
Tað sigur stjórin fyri varandi orku í felagnum, Philippe Cochet, í viðtalu við Bloomberg-tíðarritið Businessweek.
Felagið kemur í 2013 á marknaðin við eini 6 megawatt girleysari myllu.
Ov seinir á sjóvarfallinum
Alstom kom á vindmarknaðin í 2007 og haltar sostatt eftir GE og Siemens innan vindmyllur. GE og Siemens settu bæði ferð á virksemi sítt á hesum øki við at yvirtaka vindmylluvirksemið hjá ávikavist Enron og Bonus Energy.
- Alstom hevur verið ov seint á sjóvarfallinum í mun til varandi orku. Úrval teirra er minni umfatandi enn hjá GE og Siemens, sigur Morgan Stanley-greinarin, Ben Uglow, sambært Businessweek