Frágreiðing um black-out sunnudagin tann 14. oktober 2012.

Fyri góðan ordans skyld skal beinanvegin upplýsast, at tá ið vit tosa um black-out, so merkir hetta, at ongin spenningur er á netinum.

Fyri góðan ordans skyld skal beinanvegin upplýsast, at tá ið vit tosa um black-out, so merkir hetta, at ongin spenningur er á netinum. Við øðrum orðum er eitt black-out í meginøkinum tann støðan, at ongin spenningur er á netinum í Vágoy, Sandoy, Hestoy, Nólsoy, Streymoy, Eysturoy, Kalsoy, Kunoy, Borðoy, Viðoy og Svínoy.
Tíverri kom eitt black-out fyri í meginøkinum sunnudagin tann 14. oktober kl 19.10, og harmast vit sjálvandi um tað. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at øll starvsfólk okkara gera sítt besta, fyri at slíkt ikki hendir, og tá ið tað hendir, gera starvsfólk okkara eisini sítt ítasta fyri at fáa elskipanina í rætt lag aftur so skjótt sum møguligt. Hetta var eisini galdandi nevnda sunnudag.
Tó er tað umráðandi at spyrja, hvat gekk galið, og hví gekk so long tíð, til skipanin kom í rætt lag aftur.
Hvat gekk galið sunnudagin.
Beint áðrenn black-out’ið lá nýtslan í meginøkinum um 30 MW. Framleitt bleiv á Sundsverkinum, Eiðisverkinum, Fossáverkinum og Mýruverkinum og var tøki mátturin um 36 MW. Hendingin byrjar við, at turbina 2 á Eiðisverkinum fær ein alarm fyri ov lágt smyrjivatnsflow, og ger hetta, at nevnda turbina koblar út. Í tí at framleiðslan hjá turbinu 2 á Eiðisverkinum automatiskt verður løgd yvir á hinar framleiðslueindirnar, svíkur turbinan á Mýruverkinum orsakað av einum feili á reguleringini, og koblar eisini hendan turbinan út. Nú er ikki nóg nógvur máttur tøkur í skipanini, tí hoknar hon, soleiðis at skilja, at restin av framleiðslueindunum eisini kobla út. Alt hetta hendir innanfyri 15 sekund.
Framleiðslueindirnar eru bygdar soleiðis, at trygdarskipanin koblar eindirnar út, um okkurt óvanligt hendir. Hetta fyri at verja tær ímóti møguligum havaríum. Um ikki skipanin var uppbygd soleiðis, kundu hendingar sum omanfyri nevnt viðført stórar skaðar á framleiðslueindirnar, og hevði tað givið okkum nógv størri avbjóðingar, enn tær vit uppliva, tá ið streymslit er.
Kannað verður í løtuni, hví reguleringin á Mýruverkinum sveik, soleiðis at rættingin kann gerast av brekinum.
Vit hava hugt eftir hagtølum nøkur ár aftur í tíðina. Fyri feilir á elverkunum í meginøkinum, sum hava viðført at størri partar, ella alt økið hevur ligið í streymloysi, liggur miðaltalið seinastu 16 árini um 3 feilir. Besta árið var í 2007, har ongin feilur var, og lakast var í 2000, tá ið 7 feilir vóru.
Hví gekk so long tíð til skipanin kom í rætt lag aftur.  
Netið í Norðoyggjum bleiv koblað frá netinum í restini av meginøkinum, og motorarnir á Strond koyrdu báðir kl 19.28, og kundu sostatt elveita Norðoyggjarnar.
Fyri at skilja hvat hendi í restini av meginøkinum hendan sunnudagin, er neyðugt at greiða frá, hvussu mannagongdin er at byggja skipanina upp aftur. Fyrst skal netið “reinsast”, t.v.s., at allar útgangandi linjur á 60 kV koblingsstøðunum skulu koblast frá. Tá ið so fyrsta framleiðslueindin er klár, verður spenningur settur á 60 kV netið (transmissónsnetið), og verður framleiðslan samstundis balanserað við at leggja tilsvarandi belastning (nýtslu) inn á netið. Síðani verður næsta framleiðslueindin knýtt í netið, og balanserað við samsvarandi belastningi o.s.fr. Tað vil siga, at skipanin verður bygd upp stig fyri stig, har framleiðsla og nýtsla alla tíðina skulu balansera.
Samanumtikið og í stuttum kann sigast, at trupulleikin sunnudagin var, at hvørki Eiðisverkið ella Fossáverkið royndust sum tey plagdu, tí tók uppbyggingin munandi longri tíð. Turbina 2 á Fossáverkinum kom ikki inn á “svart” net, t.e. spenningsleyst net, heldur ikki aftan á fleiri royndir at starta eindini. Turbina 1 á Fossáverkinum støðgaði við opnum dysuventili og kundi tí ikki startast beinanvegin. Alarmur frá rørbrotsventili á Eiðisverkinum forðaði fyri, at 3.turbinan á Eiðisverkinum kundi startast.
Omanfyri nevndu viðurskifti á Eiðis- og Fossáverkinum hanga saman við, at størri dagføringar eru gjørdar á báðum verkunum. Viðurskiftini verða kannaði í løtuni, soleiðs at rættandi atgerðir kunnu gerast sum skjótast. Onkrar rættingar eru longu gjørdar, meðan aðrar taka nakað av tíð, serliga tá ið maskinveitarar og aðrir ráðgevarar skulu takast við í avgerðirnar.
At enda vil eg endurtaka, at vit harmast hendingina sunnudagin, men ongin ivi skal vera um, at vit á SEV taka uppgávu okkara í størsta álvara og gera okkara allar besta fyri at tæna samfelagnum. Vit umhugsa í løtuni, hvussu vit kunnu bøta um kunningarpartin í sambandi við slíkar hendingar, og hava vit sett sum mál, at hava eina kunningarskipan tøka á heimasíðuni innan árið er runnið.
Vinalig heilsan
Hákun Djurhuus

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking