SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Fossáverkið sum nýtt

Fossáverkið sum nýtt

Umframt at turbinur og generatorar eru høvuðsumvældir, eru flutningsrørini oman til verkið sandblást og málað. Hetta tryggjar, at rørini halda eini 30-35 ár aftrat.

Fossáverkið í Vestmanna gongur nú aftur við fullari ferð, eftir at hava verið darvað av umfatandi umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði í meira enn eitt ár.

Í dag er tað skjótt 60 ára gamla elverkið at kalla sum nýtt.

Báðar turbinurnar og generatorarnir eru høvuðsumvældir. Onnur turbinan varð tikin í brúk aftur beint fyri jól í fjør, og hin koyrdi aftur 29. apríl í ár.

Og higartil hevur alt riggað, sum tað skal.

Harumframt eru bæði tey stóru flutningsrørini úr vatntunlinum í erva oman til verkið sandblást og málað fyri fyrstu ferð síðani 1986.

Somuleiðis eru báðir rørbrotsventilarnir ovast á rørunum, inni í tunlinum, skiftir út.

Sambært norsku fyritøkuni Solid Vedlikehold, ið stóð fyri hesum partinum av arbeiðnum, tryggjar henda viðgerðin, at rørini, ið eru frá 1953 og 1955, halda eini 30-35 ár aftrat. 

Legubukkur verður kannaður á BIS í Norra.

Støðulýsing

Slit og elli gjørdu, at SEV á heysti 2009 bað Voith Hydro Oslo gera eina støðulýsing av turbinunum til tess at fáa greiði á, hvørjum standi tær vóru í.

Niðurstøðan av kanningini var, at báðar turbinurnar sóu út til at vera væl viðlíkahildnar. Men fyri at binda um heilan fingur og tryggja framhaldandi rakstur uttan trupulleikar, mælti Voith SEV til at endurskoða bæði anleggini.

Hetta hevði við sær, at SEV bað Voith Hydro Sarpsborg (sum er generatordeildin hjá Voith Hydro Oslo) um eisini at  gera eina støðulýsing av báðum generatorunum á Fossáverkinum.

Her var niðurstøðan, at annar generatorurin (Fossá 1) ikki var í serliga góðum standi og trongdi til eina umvæling. Hin generatorurin (Fossá 2) var harafturímóti sum heild í góðum standi og kravdi ikki aðra viðgerð enn at verða reinsaður.

Turbinurnar fyrst

Fyri at ávirka raksturin sum minst, varð avgjørt at umvæla báðar turbinurnar samstundis, í tíðarskeiðnum mai-august í fjør, tá Fossáverkið kortini stóð stilt í sambandi við viðlíkahaldið av flutningsrørunum.

Ætlanin var so at umvæla generatorarnar seinni, og tá taka ein í senn, so mista framleiðslan varð avmarkað mest møguligt.

Turbinuaksilin á legubukkinum. 

Roknað varð við eini mistari framleiðslu upp á 1.600 MWh til eitt virði av 1,1 mió. kr. Sjálv umvælingin av turbinum og flutningsrørum varð mett at kosta 13,6 mió. kr.

Hetta vísti seg tó tíverri ikki at halda, orsakað av ymsum viðurskiftum, sum SEV ikki var harri yvir.

Havarí 

Tað byrjaði við, at annar av generatorunum á Fossáverkinum (Fossá 2) brádliga steðgaði 17. januar í fjør. Orsøkin vísti seg at vera ein skaði á statorinum.

SEV bað Voith og ABB um tilboð uppá at umvæla skaðan. ABB hevði betra tilboðið, og generatorurin varð sendur til Gøteborg.

Í sama viðfangi varð gjørt av at seta statiska magnetisering á generatorin til tess at stabilisera netið og bøta um spenningsgóðskuna.

Umvælingin av generatorurin var liðug 26. apríl, og status viðvíkjandi generatorinum í dag er, at hann er sum nýggjur.

Skaðin hevði við sær ein framleiðslumiss upp á 4.200 MWh, svarandi til 3,0 mió. kr.

Turbinurnar til Noregs

Síðst í apríl varð turbina 1 sum ætlað sløkt, samstundis sum flutningsrør og vatngoymslan á Lómundaroyruni vórðu tømd í sambandi við viðlíkahaldsarbeiðið, sum farast skuldi undir.

Turbina 1 og turbina 2 vórðu tiknar sundur og sendar til Noregs til umvælingar.

Samstundis varð avgjørt at skifta gamla turbinuregulatorin á turbinu 2 frá 1953 út við ein nýggjan elektrohydraulistiskan regulator.

Tá turbinulutirnir komu aftur úr Noregi í august, og menn frá Voith skuldu fara í holt við at seta turbinurnar saman aftur, vísti tað seg, at sumt av arbeiðnum, ið gjørt var í Noregi, ikki var í lagi.

Hetta hevði við sær, at neyðugt var at fáa hjálp frá skipasmiðjuni Mest.

Allur september-mánaði fór til at seta turbinurnar saman aftur og at seta upp generator v.m.

Nýggir trupulleikar

Tá turbina 2 so umsíðir varð sett í gongd aftur fyrstu ferð 1. oktober, gjørdist greitt, at turbinulegan var ikki í lagi.

Hetta hevði við sær, at neyðugt varð at senda legupannurnar til Noregs til umstoypingar. Tá tær komu aftur, vórðu feilir funnir í legubukkinum, soleiðis at hann og turbinuaksilin enn einaferð máttu sendast til Noregs.

Alt hetta hevði við sær, at turbinan ikki kundi setast í rakstur aftur fyrrenn 21. desember.

Her verður trýstlega skavað til. 

Men trupulleikarnir vóru tíverri ikki av enn. Tá turbina 1 varð koblað inn á netið, hendi ein kortslutningur í statorinum á generatori 1, sum hevði við sær, at generatorurin mátti ígjøgnum somu viðgerð í Gøteborg sum generator 2.

Hesin generatorurin og turbinan komu tískil ikki aftur í rakstur fyrrenn 29. apríl í ár. Skaðin á generatorinum hevði við sær ein framleiðslumiss upp á 3.600 MWh, svarandi til 2,5 mió. kr.

Endalig uppgerð

Mongu trupulleikarnir, ið tóku seg upp undir viðlíkahalds- og umvælingararbeiðnum á Fossáverkinum, høvdu við sær, at samlaði kostnaðurin av arbeiðnum gjørdist umleið 26 mió. kr., vísir endaliga uppgerðin hjá framleiðsludeildini á SEV.

Íroknað er eitt framleiðslutap upp á 6,6 mió. kr. og eykaútreiðslur í sambandi við generatorumvælingar upp á 6,0 mió. kr.

 

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking