70 ár síðan ljós kom yvir landið
Jólini 1953 mundu vera nakað øðrvísi enn tey vóru von við hjá mongum í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum.
Í bókini Ljós yvir landið skrivar Jógvan Arge soleiðis:
Verkið sett til
Í september 1953 var vatn sett á byrgingarnar, og 19. november vórðu ventilarnir latnir upp og vatn sett á rørini. Klokkan 9.30 hendan dagin startaði ein týskari turbinuna og koplaði generatorin til.
Hendan dagin var Erling Heinesen saman við Juul-Hansen í Vágum. Streymur fekst til Sandvágs, Vatnsoyrar og Sørvágs, men tá Miðvágur skuldi setast til, brendi ein transformatorur saman. Hetta gjørdi, at Miðvágur fekk ikki streym frá SEV fyrrenn dagin eftir, og gøtuljósini vórðu ikki tendrað fyrrenn annan dagin eftir.
Tá farið var um nýggjárið fingu um 1200 húsarhald streym frá SEV, men roknað varð við um 2000 nýtarum tilsamans í hesum fyrsta umfarinum. 26. januar visti 14. September at siga frá Erlingi Heinesen, at vanliga nýtslan lá um 600kW, og tað mesta hevði verið umleið 800 kW.
Men nakrar bygdir, sum vóru í fyrsta byggistigi, høvdu ikki fingið streymsamband enn. Tær vóru eitt nú Fuglafjørður, Rituvík, Lamba, Søldarfjørður og Eiði. Hartil kom, at summi virki, turkihús og onnur, høvdu ikki fingið innleggingar og motorar umlagdar til streym frá SEV.
Fyrsta turbinan virkin enn
Fyrsta turbinan, sum varð sett til á Fossáverkinum var ein Pelton/Maier turbina á 2,1 MW. Hon hevur tískil 70 ár á baki, men virkar enn sum fyrsta dagin. Í 1956 varð virksemið víðkað við eini størri Francis Voith turbinu.