Fólkaskúlalærarar í alisfrøði á upplýsandi fund um SEV

Útivið 30 lærarar úr øllum landinum hava teknað seg til fundin, sum verður í undirvísngarhølunum hjá SEV í Havn fríggjadagin.

Í sambandi við at norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir hava lýst 11. november sum Norðurlendskan Veðurlagsdag, hevur orkuráðgevingin hjá SEV, sum partur av samskiftisdeildini, boðið øllum fólkaskúlalærarum í alisfrøði til upplýsandi fund um SEV.

Útivið 30 lærarar úr øllum landinum hava teknað seg til fundin, sum verður í undirvísingarhølunum hjá SEV á Landavegi 92 í Havn fríggjadagin.

Á skránni verða fyrilestrar um SEV og virksemi tess, orkuframleiðsluhættir, fjaravlisnar elmálarar, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman og hvussu SEV brynjar seg til hesar avbjóðingar.

Fyrilestrarhaldarar vera Hákun Djurhuus, stjóri, Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, Anders Nedergaard-Hansen, leiðari á framleiðsludeildini og Dánjal Jógvan Hansson, leiðari á innleggingardeildini.

Nært samstarv millum SEV og skúlar

SEV hevur í fleiri ár havt nært samstarv og samskifti við fólka- og miðnámsskúlarnar í Føroyum umvegis orkuráðgevingina, sum Kristiana Rein, orkuráðgevi, tekur sær av.

Tvær reisur hevur verið skipað fyri landsumfatandi kapping í alisfrøði millum 7. flokkarnar um bestu spariráðini á elorkuøkinum.

Tá næmingarnir eru farnir í 9. flokk, eru boð eftir teimum til ein evnisdag, har dentur verður lagdur á at upplýsa næmingarnar um standby-nýtslu og eltrygdina við hús. Næmingarnir fáa t.d. at vita, at teldur, sjónvørp og onnur tól eiga at verða sløkt og eiga ikki at standa í standby alla tíðina.

Næmingarnir læra eisini at gera ein leingjarakápil við jørðleiðara.

Skúlarnir rinda ferðina til SEV-skrivstovuna, og SEV bjóðar næmingum og lærum morgunmat og heitan mat á døgurða.

Næmingar á teknisku skúlunum fáa eisini undirvísing, antin á skúlanum ella í undirvísingarhølunum á SEV. Næmingarnir velja sjálvir evnið, sum millum annað kann vera vindorka ella samskifti millum SEV og elinnleggjarar.

Studentaskúlar og HF-skeið fáa eisini eftir umbøn vitjan av fólki frá SEV at halda fyrilestur um evni, sum snúgva seg um elorku.

Tiltakið fríggjadagin er burturav fyri fólkaskúlalærarum í alisfrøði.

Norðurlendski Veðurlagsdagurin

Endamálið við Norðurlendska Veðurlagsdegnum er at fáa børn og ung í norðurlondum við í arbeiðið fyri einum betri veðurlagi. Í hesum sambandi verður skipað fyri teknikappingum fyri tey yngstu og hugskotskappingum, har tey eitt sindur eldri kunnu skriva ella gera film um veðurlagsbroytingarnar.

Norðurlendski Veðurlagsdagurin í ár er eisini liður í einum stórum norðurlendskum málátaki, so næmingarnir kunnu royna seg á teimum ymsu norðurlendsku málunum, meðan teir læra meira um veðurlagið.

Felagið Norden, ið stílar fyri átakinum, heitir á skúlar og onnur um at geva degnum ans. Meira fæst at vita um tiltakið á www.klimanorden.org


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking