Føroyingur mennir vindmyllur á Risø DTU

Bogi Bech Jensen, lektari á Risø DTU, arbeiðir í løtuni burtuav við at menna vindmyllu-generatorar.

Ungi, nærlagdi og framfýsni Bogi Bech Jensen, úr Havn, hevur nógv um at vera í hesum døgum.

Sum lektari á Risø DTU granskar og undirvísir hann dagliga innan elmaskinur, men beint nú hava vindmyllu-generatorar fyrstu raðfesting.

Hóast nógv upptikin av hesi uppgávu, gav hann sær í síðstu viku kortini stundir at gera eina snarferð til Føroya at greiða verkfrøðingum hjá SEV frá tí, hann tekst við og menningini annars innan vindorkutøkni.

Ikki hvør sum helst

Bogi Bech Jensen e í dag als ikki nakar harra-hvør-sum-helst, tá tað kemur til motorar. Hann hevur seinastu árini nomið sær ein hóp av kunnleika á hesum øki.

Áðrenn hann í august í fjør gjørdist lektari á Risø DTU (t.e. eitt samstarv millum granskingarstovnin Risø og Danmarks Tekniske Universitet, red.), starvaðist hann frá september 2007 til august 2009 sum granskari á Newcastle University í Onglandi.

Frá oktober 2008 til januar 2010 var hann eisini lektari á sama universiteti.

Leiðslan í SEV var eisini millum forvitnu áhoyrararnar.

Vilji, dirvi og treiskni eru lyklaorðini aftanfyri blómandi karrieruna hjá strembaranum Boga. Tað stóð ongastaðni skrivað, at hann skuldi enda í einum so høgum og krevjandi starvi - og als ikki eftir so stuttari tíð.

Áðrenn hann fór at lesa, vann hann sær til dagin og vegin sum vanligur sjómaður í tveimum umførum. Fyrru ferð frá 1994 til 1996 og so aftur frá 2000 til 2002. Tá hann so fór aftur á skúlabonk, birtist av álvara hugurin til tað, sum síðani hevur givið hesum úrmælinginum ein hóp av spennandi og áhugaverdum altjóða uppgávum og royndum.

Eftir at hava fingið maskinmeistaraútbúgving, undirvísti hann á Maskinmeistaraskúlanum í Havn í hálvtannað ár, áðrenn hann í 2006 tók prógv sum sivilverkfrøðingur innan sterkstreym á Newcastle University. Har gjørdist hann so eisini granskari longu árið eftir...

Ongin skilti nakað

- Fólk høvdu ilt við at skilja, at eg kundi fáa starv sum granskari á einum universiteti, áðrenn mín PhD var liðug. Og tá eg so eisini fekk starv sum lektari har, uttan at hava lokið PhD, skiltu tey púrt einki, greiðir Bogi Bech Jensen flennandi frá og heldur fram:

- Eg havi eisini mangan fingið at vita, at tað er ómøguligt nú á døgum at fáa starv sum lektari á DTU, um tú ikki hevur PhD + minimum 3 ára starvsroyndir. Eg plagi tó ikki at leggja so nógv í, hvat ið er møguligt ella ikki. Eg kasti meg bara útí tað, tí tað einasta, ið kann henda, er, at tú fært eitt nei!

Bogi Bech Jensen vardi sína PhD á Newcastle University í mars í ár við sera góðum úrsliti.

Bogi Bech Jensen var granskari og lektari á lærda háskúlanum í Newcastle í nøkur ár, áðrenn hann fór til Danmarkar og gjørdist lektari á Risø DTU. 

Fryntligi og fyrikomandi havnarmaðurin - við báðum beinunum væl plantaðum á jørðini - hevur seinastu árini havt ábyrgdina av fleiri styttri og longri altjóða verkætlanum. M.a. hevur hann arbeitt fyri og samstarvað við bretska Lloyd´s Register, Toyota í Japan, Siemens í Bretlandi, Høganas í Svøríki, Dong Energy og Vestas í Danmark, og tveir framleiðarar av motorum til elbilar í Svøríki og Bretlandi.

Í starvi sínum á Risø DTU granskar og undirvísir hann í høvuðsheitum innan elmaskinur.

- Høvuðsfokusið hjá mær í løtuni er vindmyllu-generatorar, men eg havi eisini fingist nógv við elmotorar til bilar og elmaskinur til onnur endamál. Eg arbeiði eisini við fleiri smærri verkætlanum saman við masternæmingum umframt at eg havi tríggjar PhD næmingar, sigur Bogi Bech Jensen.

Nógvir spurningar vórðu settir og svaraðir undir tí hálvumøðrum tíma langa fyrilestrinum hjá Boga Bech Jensen um menningina innan vindmyllur.

Stór menning á vindmylluøkinum

Fyrilestur hansara á SEV snúði seg fyrst og fremst um menningina, ið er farin fram á vindmylluøkinum, síðani tær fyrstu donsku myllurnar komu á marknaðin og fram til dagin í dag.

- Hóast framburðurin hevur verið ótrúligur stórur, liggja framvegis nógvar og stórar avbjóðingar fyri framman, tildømis viðvíkjandi vindmyllum við superleiðarum. Við munandi bíligari superleiðarum í framtíðini, verður vónandi møguligt at byggja vindmyllur, sum eru nógv lættari enn tær, ið verða bygdar í dag, sigur Dr Bogi Bech Jensen, sum á navnakorti sínum harumframt eisini kann prýða seg við starvsheitunum PhD, MSc, MIEEE, MIET og Associate Professor.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking