Teirra millum er Heri Mortensen, verkfrøðingur, sum í løtuni hevur farloyvi úr starvi sínum á SEV. Vit hava frætt frá honum. Oljufelagið BP er í løtuni í ferð við at byggja eitt spildurnýtt slag av oljuboripallum í Norra.
Talan er um ein nýmótans framleiðslu- og íbúðarpall, sum fleiri føroyingar eru við til at byggja.
Gistingarhús
- Talan er í roynd og veru um eitt gistingarhús. Vit vilja bjóða teimum, ið arbeiða úti á feltinum fyrsta floks umstøður og hentleikar og høg lívskor. Tað er týdningarmikið fyri trygdina, at starvsfólkið trívist. Tað fara tey heilt vist at gera her. Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið, sigur leiðarin fyri Valhall-verkætlanina, sum hon verður rópt, Chris Ruthven, við Teknisk Ukeblad.
Hann tók herfyri við leiðsluni av verkætlanini, men hevur verið við í arbeiðnum at byggja nýggjan boripall til Valhall-feltið, síðani Stórtingið góðtók ætlanina í 2007.
Nýbygging
- Hóast talan er um eina víðarimenning av verandi boripallum, hevur verkætlanin kortini dám av at vera ein nýbygging. Hetta hevur havt nógvar stórar avbjóðingar við sær. Vit byggja ein nýggjan pall, ið verður knýttur at verandi boripallum, samstundis sum teir bora og framleiða. Leiðslan í BP hevur sagt, at hetta er tann mesta spennandi og krevjandi verkætlanin yvirhøvur hjá felagnum, greiðir Chris Ruthven frá.
21 miljardir krónur
BP brúkar 21 miljardir norskar krónur upp á at tryggja, at Valhall-feltið er ført fyri at framleiða olju fram til 2050.
Fínt skal tað vera. Nýggi Valhall-boripallurin hjá BP í norska partinum av Norðsjónum minnir ikki sørt um eitt gistingarhús.
Verkætlanarleiðarin sigur, at tað var hildið at vera skilabetri at byggja ein spildurnýggjan pall ístaðin fyri at uppstiga teir gomlu, tí vatnskorpan støðugt nærkast palldekkinum.
Í fjør varð íbúðarmodulið upp á 11.250 tons lyft upp á pláss á Valhall.
Hetta kemst av, at havbotnurin søkkur sum avleiðing av oljuframleiðsluni. Seinastu 28 árini er havbotnurin sokkin meira enn seks metrar, men seinastu árini hevur talan tó bert verið um 11 sentimetrar um árið, sigur Ruthven.
Verkætlanarleiðarin dylur ikki fyri, at talan er um eitt sera krevjandi arbeiði. Ætlanin var, at nýggi boripallurin skuldi vera liðugur í 2010. Men BP hevur noyðst at søkja um at fáa longt livitíðina hjá gamla framleiðslupallinum.
- Vit miða eftir at taka nýggja pallin í brúk í apríl næsta ár. Tað er ein stór avbjóðing at fremja so stórar verkætlanir, samstundis sum framleitt verður. Tað krevur stóra og neyva planlegging, og at fokus allatíðina er á trygdini. Tað hava verið upp til 700 fólk til arbeiðis í senn, uttan at ein einasti skaði er hendur.
Ein av størstu avbjóðingunum var at lyfta modulini til høvuðsdekkið upp á pláss. Tveir risastórir kranar á serbygda skipinum "Saipem" stóðu fyri hesum arbeiðnum í fjørsummar.
- Hetta er fyrstu ferð, at so tungt arbeiði er gjørt av skipi. Størsta stálmodulið er 88 metrar høgt og vigar 11.250 tons. Tað var ein lætti at fáa hetta frá hondini.
60 prosent dýrari
Sambært Ruthven verða fíggjarligu tapini av seinkingunum avmarkað av, at framleiðslan verður hildin í gongd undir allari byggingini. Men rokningin er kortini hækkað meira enn 60 prosent úr upprunaligu 12 mia. kr., verkætlanin varð mett at kosta í 2007. Orsøkin til hækkingina stavar í høvuðsheitum frá hákonjukturunum á marknaðinum og vali av tilfari.
Málið hjá BP er at tvífalda oljuframleiðsluna á Valhall-feltinum úr 25 til 50 prosent.
- Vit hava valt besta tilfarið til tess at tryggja bestu trygd og minst møguligt viðlíkahald. Tað loysir seg í longdini, sigur Chris Ruthven.
Stálundirparturin varð gjørdur í juni 2009, og í fjørsummar varð høvuðsdekkið við fleiri modulum og gongubrúm sett upp á pláss. Framleiðslan umvegis nýggja pallin skal økjast í stigum, og innan árslok 2012 skal framleiðslan koyra við fullari megi.
Tá pallurin verður settur í rakstur næsta ár, eru gassturbinurnar á Valhall skiftar út við 100 prosent streymi úr landi. 294 kilometrar langi sjókaðalin veitir longu pallinum orku úr landi. Umframt minni CO2-útlát verða arbeiðsumstøðurnar á spildurnýggja pallinum eisini nógv betri.
Elektrifiseringin fer at gera pallin róligari, eins og ljóðviðurskiftini á pallinum verða heilt øðrvísi. Har vera heldur ongar ristingar. Sostatt verður tað nógv hugaligari hjá teimum, ið arbeiða har úti.
Fimm føroyingar við
Fimm føroyingar eru millum tey 650 starvsfólkini, sum í løtuni eru á pallinum. Fýra elektrikarar og verkfrøðingurin Heri Mortensen úr Vági. Hann er í løtuni í farloyvi úr starvi sínum á SEV og verður knýttur at pallinum til 1. apríl næsta ár.
Heri letur sera væl at í telduposti í morgun:
-Ja, eg trívist sera væl her. Hetta er sera spennandi. Stýriskipanin, sum eg arbeiði við, er sama slag sum tann á Sundsverkinum, ABB 800xA, men umleið 10 ferðir størri, 60 servarar, 62 redundant PLC system - júst sum á Sundi - og uml. 20000 I/O punkt.
Føroyingarnir á nýggja framleiðslu- og íbúðarpallinum hjá BP á Valhall-feltinum lata sera væl at.
- Alt, bæði stýriskipan, lágspenningstalvur, og øll háspenningsútgerð, 11-150 kV, er ABB, so tað er eitt flott anlegg. Sera inspirerandi, sigur Heri.
Teir eru fimm verkfrøðingar í senn á pallinum, sum arbeiða við stýriskipanini.
- Arbeiðið her úti er "commisioning", tvs. royndarkoyring og ídriftsetan. Vit fáast við ymiskar broytingar, ting sum ikki eru liðug á landi, support til teknikarar osfr. Frammanundan hava umleið 60 verkfrøðingar arbeitt við programmering í umleið tvey ár, flestu teirra hjá ABB í India.
- Kaðalsambandið inn til lands er eisini sera spennandi partur av hesi verkætlanini. Hetta er slóðbrótandi tøkni, eisini projekterað og gjørt av ABB.
- Samanumtikið eitt sera spennandi arbeiði. Eg fái hópin av íblástri hvønn einasta dag. Her er so nógvur teknikkur og spennandi mátar at gera tingini upp á, at ein klárar ikki at taka ímóti øllum í senn. Tað má gerast í bitum, sigur Heri Mortensen, sum letur heilsa øllum heima.