Elbilasamstarv í útnorði
Verkætlanin El-mobility, sum fór av bakkastokki í 2010, hevur til endamáls at samanbera upplýsingar um, hvussu ymisk sløg av elbilum roynast undir ymiskum umstøðum og veðurlagi í londunum í útnorði.
Umframt Nukissiorfiit eru Icelandic New Energy og Orkusetur úr Íslandi og SEV úr Føroyum við í verkætlanini.
Upplýsingarnar, ið verða samanbornar, eru: koyrdir kilometrar, meðalferðir, koyrimynstur, løðingartíðir, elnýtsla og viðlíkahaldstørvur.
Triðja í røðini
Elbilaráðstevnan í Nuuk er triðja og seinasta í røðini. Frammanundan hava ráðstevnur verið í Íslandi (í fjør) og í Føroyum (í februar í árÍ ). Endamálið er at økja um kunnleikan um elbilar í hesum trimum londunum.
Á ráðstevnuni í Nuuk verða framløgur úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Grønland og Danmark, har greitt verður frá royndunum við elbilum og elbilaverkætlanini El-Mobility umframt undirstøðuskipanum og løðingarmøguleikum.
Tekniski stjórin á SEV, Finn Jakobsen, og Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, eru millum føroysku umboðini á ráðstevnuni. Terji Nielsen fer í fyrilestri at greiða frá elbilaroyndunum higartil í Føroyum.
Á ráðstevnuni verður møguleiki hjá luttakarunum at royndarkoyra nakrar elbilar og onnur elrikin akfør.
Vetni sum undirstøðukervi
NAHA (North Atlantic Hydrogen Association) skipar eisini fyri eini workshop í Katuaq í dag, har kunnað verður um ymsu royndirnar, ið eru og verða gjørdar á hesum øki.
Millum annað fer Nukissiorfiit at greiða frá royndunum við fyrstu vetnisroyndarstøðini í Grønlandi: Ein verkætlan, sum skal vísa, um yvirskotsorka frá landsins vatnorkuverkum kann gagnnýtast til at gera vetni (brint) og á tann hátt økja nøgdina av varandi orku í framleiðsluni hjá fyritøkuni.
Umboð úr Nýfoundlandi og Norra fara at greiða frá royndum sínum at sameina vind-vetni til elframleiðslu í fjarskotnum økjum, og íslendingar fara at greiða frá sínum ætlanum og royndum at fyrireika íslendska samfelagið til at brúka vetni sum orkukeldu.