Føroyingar á grønlendska elbilaráðstevnu

Framløgur um elbilaroyndir í Grønlandi, Íslandi og Føroyum verða í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk 9. august.

Týsdagin 9. august verður grønlendska el-, hita- og vatnorkufelagið Nukissiorfiit vertur fyri tveimum workshops um elbilar og vetni. Tær verða hildnar óheftar av hvør aðrari í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk.

Elbilasamstarv í útnorði

Verkætlanin El-mobility, sum fór av bakkastokki í 2010, hevur til endamáls at sammeta upplýsingar um ymisk sløg av elbilum undir ymiskum umstøðum og veðurlagi í útnorði.

Umframt Nukissiorfiit eru Icelandic New Energy og Orkusetur úr Íslandi og SEV úr Føroyum við í verkætlanini.

Upplýsingarnar, ið verða samanbornar, eru: koyrdir kilometrar, meðalferðir, koyrimynstur, løðingartíðir, elnýtsla og viðlíkahaldstørvur.

Samstundis skulu lóggáva og undirstøðukervi lagast til.

Elbilaráðstevnan í Nuuk er triðja og seinasta í røðini. Líknandi ráðstevnur hava frammanundan verið í Íslandi (í fjør) og í Føroyum (í februar). Endamálið er at økja um kunnleikan um elbilar í hesum trimum londunum.

Á ráðstevnuni í Nuuk verða framløgur úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Grønland og Danmark, har greitt verður frá royndunum við elbilum og elbilaverkætlanini El-Mobility umframt undirstøðuskipanum og løðingarmøguleikum.

Í sambandi við ráðstevnuna verður møguleiki hjá luttakarunum at royndarkoyra nakrar elbilar og onnur elrikin akfør.

Vetni sum undirstøðukervi

Sama dag skipar NAHA* (North Atlantic Hydrogen Association) eisini fyri eini workshop í Katuaq, har ymiskar royndir eisini verða lagdar fram.

Millum annað fer Nukissiorfiit at greiða frá royndunum við fyrstu vetnisroyndarstøðini í Grønlandi: Ein verkætlan, sum skal vísa, um yvirskotsorka frá landsins vatnorkuverkum kann gagnnýtast til at gera vetni (brint) og á tann hátt økja nøgdina av varandi orku í framleiðsluni hjá fyritøkuni.

Umboð úr Nýfoundlandi og Norra fara at greiða frá royndum sínum at sameina vind-vetni til elframleiðslu í fjarskotnum økjum, og íslendingar fara at greiða frá sínum ætlanum og royndum at fyrireika íslendska samfelagið til at brúka vetni sum orkukeldu.

*) North Atlantic Hydrogen Association, NAHA (Vetnisfelagið í Norðuratlantshavi) er ein sjálvboðin og óheftur felagsskapur, sum samstarvar við vetni sum orkukeldu í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Vesturnorra. Endamálið við samstarvinum, sum byrjaði í 2006, er at kunna hvør annan um lokalar royndir og global granskingarúrslit, útvega høli til verkætlanarsamstørv og ikki minst at kunna almenningin um virksemið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking