- Vit hava hoyrt fleiri frálíkir fyrilestar við áhugaverdum hugskotum um, hvussu vit kunnu temja og góðska óstøðugar orkukeldur í royndunum at fáa meira varandi orku til vega. Samstundis hevur hetta verið eitt kærkomið høvi at hitta og skifta orð við starvsfelagar úr øðrum londum.
Tað segði Kári Mortensen á Jarðfeingi í eini viðmerking, eftir at ráðstevnan í Norðurlandahúsinum um at goyma vind- og aðra óstøðuga orku í vatni, endaði seinnapartin.
Burðardygg orka í Útnorði
Jarðfeingi skipaði saman við SEV og TBO fyri ráðstevnuni, sum byrjaði í gjár. TBO er arbeiðsbólkur undir Norðurlandaráðnum, hvørs uppgáva er at stuðla arbeiðnum hjá norðurlondum at tryggja burðardygga orku í fjarskotnum norðurlendskum umráðum, m.a. í Útnorði.
Hákun Djurhuus, stjóri, og Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, lótu væl at ráðstevnuni.
Ikki færri enn 14 fyrilestrar hava verið á skránni hesar báðar dagarnar, og fyrilestrarhaldararnir hava verið úr Danmark, Norra, Íslandi, Grønlandi, Kina og Føroyum.
Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, umboðaði SEV á fyrilestrarlistanum. Hann stóð á odda fyri einum arbeiðsbólki hjá SEV, sum í vár læt eina frágreiðing úr hondum um pumped storage. Sambært henni loysir tað seg betri bæði tekniskt og fíggjarliga at byggja eina vindmyllupark við battaríi og beinleiðis íbinding í elnetið í Húsahaga, norðanfyri Havnina, enn at fara undir eina pumpuorkuskipan t.d. í Vestmanna.
- Eg sigi ikki, at hitt ikki ber til, men vit halda møguleikarnar í Húsahaga vera áhugaverdari, segði Terji Nielsen.
Føroyar við í Útnorður-verkætlan
Sambært ætlanunum hjá TBO skulu Føroyar vera við í eini felags pumped-storage verkætlan í Útnorði.
Sigurd Bunk Lauritsen, ið hevur fleiri ára royndir innan orku- og umhvørvisplanlegging, veðurlagsmál og menning av varandi orkukeldum, greiddi á ráðstevnuni frá hesi ætlan, sum júst hevur til endamáls at lýsa, um grundarlag er fyri smáum ella mikro pumpuorkuverkum í Grønlandi, Norra, Íslandi og Føroyum.
Í kaffisteðgunum vórðu ymsu fyrilestrarnir dúgliga umrøddir, meðan hugurin at seta spurningar á sjálvum fundinum var so sum so.
- Ætlanin er í hesum sambandi at gera royndir á einum ella tveimum støðum í hvørjum landi, og vit fara nú saman við SEV at finna tvey hóskandi øki í Føroyum til endamálið, sigur Kári Mortensen. Sambært honum vísti Sigurd Bunk Lauritsen stóran áhuga fyri Mýrunum í Vestmanna á útferðini, ið ráðstevnuluttakararnir gjørdu har norðuri seinnapartin í gjár.
Eftir ætlanin skal TBO verður liðugt við arbeiði sítt um eini tvey-trý ár.