44 norðurlendskar kommunur hava tikið ímóti avbjóðingini og søkt um at gerast Norðurlendsk Orkukommuna, men ongin føroysk kommuna er teirra millum.
Tað upplýsir Jarðfeingi, ið hevur verið umboð fyri kappingina í Føroyum.
- Vit harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa eitt føroyskt íkast til kappingina, sigur Kári Mortensen, ið umsitur orkumál á Jarðfeingi.
- Sigast skal, at vit hava gjørt okkum ómak og í samstarvi við tey bæði føroysku kommunufeløgini roynt at fingið egnaðar verkætlanir við í kappingina. Líka til tað síðsta roknaðu vit við, at ið hvussu er ein og kanska tvær kommunur fóru at taka lut. Hetta vísti seg tó ikki at halda, tá ið umsóknarfreistin var úti hósdagin, sigur Kári Mortensen m.a. í telduposti til fyrireikararnar.
Endamálið við kappingini
Norðurlendsku orkumálaráðharrarnir skutu kappingina í gongd 25. oktober í fjør til tess at stuðla og varpa ljós á burðardyggu orku- og veðurlagsloysnirnar, sum arbeitt verður við í teimum norðurlendsku kommununum.
- Talið á kommunum, ið hava sent inn umsókn, vísir, at norðurlendsku kommunurnar bæði kunnu og vilja taka virknan lut í avbjóðingini at gera norðurlond til eitt øki, ið er CO2-neutralt ella óheft av fossilari orku, og hava fokus á grønum vøkstri, skrivar danskenergi.dk.
Ein dómsnevnd í hvørjum landi metir um lokalu umsóknirnar og kann tilnevna upp til tríggjar kommunur til kappingina. Nøvnini á øllum teimum tilnevndu kommununum verða almannakunngjørd um miðjan marsmánaða.
Vinnarin funnin í juni
Treytin fyri at verða tikin við sum Norðurlendsk Orkukommuna 2011 er, at kommunan leggur fram eina orkuverkætlan, tildømis innan varandi orku ella orkueffektivitet.
Verkætlanin skal vísa, at kommunan raðfestir slóðbrótandi og innovativar loysnir, ið skapa grønan vøkstur og menning í økinum, samstundis sum hon roynir at realisera visjónina um eina orkuskipan, ið er CO2-neutral ella óheft av fossilum brennievnum.
Ein norðurlendsk dómsnevnd við umboðum úr øllum norðurlondum fer seinni í vár at taka dagar ímillum ymsu verkætlanirnar hjá tilnevndu kommununum. Endaligi vinnarin av heitinum sum Norðurlendsk Orkukommuna 2011 verður kosin á eini samkomu í Finnlandi um miðjan juni.
Men tað verður altso uttan føroyska luttøku.