- Óttin fyri at standa uttan streym kann í dag halda fólki aftur at skifta til el-bil. Tí er okkara politiska mál í Føroyum, at vit skulu vera fyrsta landið í heiminum við einum fult útbygdum, alment atkomiligum undirstøðukervi til el-bilar, so fólk kunnu kenna seg trygg við at velja grønan flutning.
Hetta segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í røðu á Norðurlandaráðsfundinum í Reykjavík í gjár.
Hann gjørdi somuleiðis greitt, at Føroyar hava stórar ætlanir um at økja uppaftur meira um varandi orku, sum í dag stendur fyri uml. 45 % av føroysku elveitingini. Útbygging av øllum varandi orkukeldum skal tryggja, at grøn orka í 2020 stendur fyri 75 % av samlaðu elnýtsluni, samstundis sum oljunýtslan til upphiting og flutning minkar munandi. Og føroyska elfelagið SEV hevur sett sær fyri, at grøn elframleiðsla í 2040 kemur upp á 100 %, greiddi løgmaður frá og helt fram:
Hert norðurlendskt samstarv má til
- Náttúrukreftirnar eru so ríkiligar, at tær eggja til at menna og testa fleiri aðrar loysnir sum tildømis flóð og fjøru orku, alduorku, sólorku og streymorku. Greitt er, at hesi øki krevja serligar førleikar, fígging og gransking, sum vit ikki hava møguleikar at útvega einsamøll, og tí síggi eg fram til eitt hert norðurlendskt samstarv um menning av grønari orkuframleiðslu eisini á hesum økjum.
Løgmaður segði at enda, at ein væleydnaður grønur vøkstur skapar størri innlendskan eftirspurning, avmarkar innflutningin av olju munandi, bøtir um kappingarevnini hjá høvuðsvinnugreinunum og gevur hesum fyritøkum - sum eina avleidda avleiðing - ein grønari profil á marknaðinum.
- Samstundis minkar CO2 útlát okkara munandi. Avbjóðingin er at vekja áhuga fyri átøkum okkara uttan fyri Føroyar, so tey eisini kunnu økja um okkara útflutningsinntøkur, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, m.a. í røðu síni í Reykjavík.