Ein samanbering við 26 lond, sum umboða tríggjar fjórðingar av elorkutørvinum í heiminum, vísir, at SEV liggur trygt á grønu kósini, sammett við hesi londini. Her eru tó lond sum t.d. Ísland við sínum íbornu orkukeldum ikki tikin við.
Í Føroyum stavaðu 51 prosent av elorkuni í 2014 frá varandi orkukeldunum – vatni og vindi – og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum. Málið hjá SEV er 60 prosent grøn elorka í ár, og sambært grønu kósini hjá elfelagnum verður elorkan á landi í Føroyum 100 prosent grøn í 2030.
Londini í samanberingini, har Danmark liggur ovast við góðum 40 prosentum í grønari elorku í 2014 og Týskland á øðrum plássi við sløkum 30 prosentum, eru sammmett við støði í fíggjarligum umstøðum, politikki, førleikum, og hvussu lagt verður til rættis. Altjóða felagsskapurin, International Renewable Energy Agency, ið hevur 144 limalond, og sum vegleiðir og hjálpir londum um allan heim innan grønar elorkumøguleikar, hevur gjørt upprunametingina.
Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá SEV, ið dagliga starvast innan grønar menningarmøguleikar, hevur síðani sett Føroyar inn í samanberingina. Myndin hjá Terja Nielsen er greið. Føroyar liggja við 51 prosentum grønari elorku í 2014 langt framman fyri hini londini í yvirlitinum.
Tá talan er um framsókna málið hjá Føroyum at hava 100 prosent grøna elorku á landi í 2030, eru Føroyar eisini langt fremst í samanberingini við tey 26 londini í metingini hjá International Renewable Energy Agency. Danska málið er 50 prosent í grønari elorku í 2020, og í Týsklandi er málið 35-40 prosent í 2020.
- Okkara samanbering vísir, at Føroyar hava sera góðar møguleikar at standa seg væl innan grøna elorku á altjóða pallinum komandi árini, sigur Terji Nielsen.
Hann vísir á, at ofta verður spurningurin settur, um 100 prosent grøn elorka í 2030 yvirhøvur ber til? Terji Nielsen sigur, at svarið er ikki bara einfalt, men at í roynd og veru liggja vit nógv nærri einum JA enn einum NEI, um vit skulu svara stutt og greitt.
- Varandi orka, veðurlagsbroytingar og samfelagsmenning eru ikki lættisoppaevni, og tí er tað longra svarið, at 100 prosent grøn elorka á landi í Føroyum í 2030 er eitt skilagott mál hjá SEV og øllum føroyska samfelagnum at hava. Málið kann røkkast, men tað er ein treyt, at tøknifrøðilig nýbrot áhaldandi verða framd, staðfestir Terji Nielsen, verkætlanarleiðari.
SEV fekk fyri einum mánaði síðani náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri júst slóðabrótandi arbeiði og málið um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030. Dómsnevndin legði eisini dent á, at loysnir, sum verða mentar og royndar í Føroyum, kunna gagna øllum evropeiska elnetinum.