Bæði í OECD og á alheims stigi liggja Føroyar frammarlaga innan elframleiðslu burtur úr varandi orkukeldum. Tað verður staðfest í eini samanbering av framleiðslutølunum hjá SEV og tølum frá altjóða orkustovninum, IEA. Tølini eru at finna í bókini World Energy Outlook 2006, sum altjóða orkustovnurin gevur út.
Í 2004 stavaðu 61 prosent av samlaðu elframleiðsluni í OECD-londunum frá termiskari orku, og 23 prosent komu frá kjarnorku. Varandi orkukeldur vóru grundarlagið undir 16 prosentum av elframleiðluni í OECD – 13 prosent komu frá vatnorku og trý prosent frá øðrum varandi orkukeldum so sum vindi.
Í 2005 stavaðu 45 prosent av elframleiðsluni í Føroyum frá varandi orku – vatnorku og vindi. Termiska orkan var grundarlagið undir 55 prosentum av elframleiðsluni í Føroyum í 2005. Sostatt liggja Føroyar væl oman fyri miðaltølini í OECD, tá talan er um at framleiðla el burtur úr varandi orkukeldum.
Um framleiðslutølini hjá SEV verða sammett við miðaltølini fyri restina av heiminum, fæst eisini nøkulunda sama mynd burtur úr. Føroyar liggja væl oman fyri restina av heimsins londum innan elframleiðslu burtur úr varandi orkukeldum. Í 2004 var termiska orkan grundarlagið undir 67 prosentum av elframleiðsluni um allan heim, og 16 prosent av elframleiðsluni stavaðu frá kjarnorku. Vatnorkan var grundarlagið undir 16 prosentum, og tvey prosent av elframleiðsluni stavaðu frá vindi og øðrum varandi orkukeldum.
SEV hevur sett sær fyri, at í 2015 skulu 55 prosent av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum og 45 prosent frá termiskari orku. Málið skal m.a. røkkast við vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni og fleiri vindmyllum. Til sammetingar kann nevnast, at um eingi serlig politisk tiltøk verða sett í verk, so fara 18 prosent av elframleiðsluni í OECD-londunum at stava frá vatnorku og øðrum varandi orkukeldum í 2015, og á alheims stigi verður hetta talið 19 prosent.