Flótandi norsk vindmylla skal til Japan

Norska sjóvindmyllan Hywind hevur víst seg at kunna framleiða tvær ferðir so nógvan streym sum væntað.

Við eini framleiðslu av streymi, ið er tvær ferðir so stór sum væntað, hevur fyrsta flótandi sjóvindmyllan í fullari stødd, norska Hywind, verið ein sólskinssøga. Tí ætlar Statoil sær nú til Japan við mylluni, skrivar Teknisk Ukeblad.

Fyrsta Hywind-myllan varð sett á sjógv millum Utsira og Karmøy í Norra á vári 2009. Royndarúrslitini vóru frá fyrsta degi av góð, og nú vísa úrslitini frá 2010, at myllan framleiddi 7,3 Gwh av streymi, sum er tvær ferðir so nógv sum væntað.

Harumframt hevur royndarmyllan tolt 11 metrar høgar aldur, uttan at konstruktiónin er farin av lagi.

Tí ætlar Statoil sær nú til Japan við mylluni í eini roynd at fáa undirtøku fyri henni har yviri. Sambært kunningarleiðaranum hjá Statoil, Morten Eek, hevur Japan júst røttu umstøðurnar til tess at fáa gagn av Hywind, sum skal setast upp á millum 120 og 700 metra dýpi.

Eitt sindur úti í framtíðini

Morten Eek leggur tó dent á, at ætlanin liggur eitt sindur úti í framtíðini, men ivast ikki í, at Hywind fer at kunna kappast við myllurnar, ið sita fastar á havbotninum, innan 2020.

- Vit hava megnað at prógva, at vit hava eina kvalifiseraða flótandi sjóvindmyllu. Vit halda Hywind vera eina tøkniliga sólskinssøgu. Vit eru komin somikið langt, at vit trúgva uppá, at tað fer at eydnast at fáa útreiðslurnar munandi niður, sigur hann við Teknisk Ukeblad.

Hywind-myllan, ið stendur út fyri Karmøy, hevur kostað 400 miljónir norskar krónur, men framtíðar prísurin verður munandi lægri.

Aðrar royndir

- Karmøy var ein granskingarverkætlan. Hesa ferð skulu vit ikki menna eina nýggja tøkni, men víðarimenna konseptið. Í næsta umfari vænta vit tí munandi lægri útreiðslur, uttan at eg neyvt kann siga, hvat kostnaðurin verður, sigur Moten Eek.

Statoil hevur eisini ætlanir um í næstum at testa Hywind umvegis tvinnar royndarparkir við trimum til fimm myllum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking