Flótandi battarí skal goyma orku til elnetið

Eitt bíligt battarí við flótandi komponentum er í umbúnað til nýtslu á eløkinum.

Ein nýstovnað, amerikonsk battarífyritøka, LMBC (Liquid Metal Corporation) hevur fingið patent upp á eitt flótandi, risastórt battarí, sum um trý-fimm ár skal kunna goyma orku á elnetinum.

Hetta kemur fram í grein á Cnet.com, sum tó ikki nágreiniliga sigur nakað um, hvussu stórar orkunøgdir, talan er um. Sum meginregla kunnu stór battarí bert nýtast til netstabilisering, meðan veruligar orkugoymslur krevja størri battarí enn tey, ið eru tøk í dag.

Men stórar battarístøddir eru júst eitt av aðalmálunum hjá LMBC. Battaríið skal vera risastórt, eisini við atliti at framleiðsluprísinum. Og hetta hevur vakt áhuga hjá Microsoft-stovnaranum Bill Gates. Hann er millum íleggjararnar, sum eisini umfata amerikanska orkumálaráðið og eitt stórt oljufelag, skrivar ing.dk.

Stjórin í LMBC, Donald Sadoway professari, ímyndar sær eitt battarí upp á 60.000 fermetrar sum stuðul hjá elnetinum í New York.

Framleiðsluprísurin undir eina helvt

Endamálið er at goyma nóg nógva orku til at kunna stuðla elnetið tey tíðarskeiðini á samdøgrinum, tá nýtslan er størst. Møguliga fer tað seinni eisini at kunna verða brúkt til at goyma orku frá sól og vindi.

Ein so stór goymsla krevur ein battarí-framleiðsluprís, sum er munandi lægri enn í dag. Og Donald Sadoway, professari á MIT (Massachusetts Institute of Technology), sum stendur á odda fyri fyritøkuni, væntar eisini, at kostnaðurin sum frálíður kann koma niður á umleið 500 krónur fyri kilowatttíman. Í løtuni er hann omanfyri 1.250 krónur fyri kilowatttíman.

Valda battarítøknin er eitt slag við flótandi elektrodum úr magnium og antimon og eini flótandi salt-elektrolytu. Hon skal vera 400-500 stig Celsius fyri at virka, so battaríið skal bæði termiskt isolerast og hitastýrast.

Við hesum hitanum eru komponentarnir í battarínum flótandi, og hetta er umráðandi, sigur Donald Sadoway, tí flótandi støðan forðar fyri, at elektrodurnar verða oyðilagdar av mekaniskum spenningum og rivum. Hinvegin skulu flótandi partarnir liggja í einum kassa, ið er elektriskt leiðandi í erva og í neðra, so streymurin kann leiðast víðari til elnetið. Kassin er einasta fasta tilfarið í battarínum.

- Vit rokna við fyri vist, at eitt slíkt battarí kann halda í áratíggjur, sigur Donald Sadoway við Cnet.




Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking