Tey hava higartil verið mest kend fyri sítt whiskey, men í framtíðini vóna tey at verða kend fyri flóð og fjøru verk síni á sjónum.
Ein skotsk joint venture-verkætlan hevur fingið grønt ljós frá bretsku myndugleikunum at byggja eitt flóð og fjøru verk uppá 400 MW, sum skal umfata líka nógvar turbinur undir havskorpuni.
Verkið skal liggja við Penthland Firth nærindis Orknoyggjunum og skal framleiða orku til 400.000 íbúðir.
Umráðið vælegnað
Umráðið er kent fyri sín harða streym og stóra mun á flóð og fjøru. Orknoyggjarnar hýsa frammanundan European Marine Energy Centre, sum millum annað testar alduorkuverk sum lið í skotsku royndunum innan vatnorku.
International Power, Morgan Stanley og Atlantis Resources Corporation standa aftanfyri flóð og fjøru verkið, sum skal vera endaliga liðugt í 2020.
Fyritøkurnar hava stovnað eitt partafelag undir navinum MeyGen.
- MeyGen verkætlanin verður flaggskip innan orku á sjónum, sigur stjórin í MeyGen, Dan Pearson, sambært New Civil Engineer.
Sólskinssøga
- Vit ætla at gera flóð og fjøru orku til eina sólskinssøgu ikki bert fyri okkara íleggjarar, men eisini fyri Skotland.
Farvatnið kring Penthland Firth skilur Orknoyggjarnar frá meginlandinum, og hetta er fyrsta staðið í Bretlandi, har loyvi er givið til vinnuliga gagnnýtslu av aldu- og flóð og fjøru orku.
Roknað verður við, at verk kunnu byggjast har við eini samlaðum kapasiteti uppá heilt upp til 1.600 MW.