Framtíðin fer at kosta.
Annaðhvørt umvegis hægri oljuprísir - ella við einum serligum avgjaldi.
Tað segði danski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Lykke Friis, tá hon fyri løtu síðani legði fram nýggju orkuætlanina hjá stjórnini, ið røkkur fram til 2050, skrivar Ritzau-tíðindastovan.
Eitt slag av trygging
Útreiðslurnar av at gerast óheft av olju verða umleið 75 krónur fyri hvørt húski um mánaðin – svarandi til 900 krónur um árið.
- Hetta er eitt slag av trygging, so vit ikki skulu gjalda fyri at verða rakt av teimum sveiggjum, vit tildømis síggja í hesum døgum sum avleiðing av støðuni í Miðeystri og Norðurafrika, segði Lykke Friis á tíðindafundinum.
Ætlanin hjá stjórnini kostar í 2020 3,6 miljardir krónur og er fult fíggjað.
Brian Mikkelsen, vinnumálaráðharri, vísir aftur, at stjórnin brýtir skattasteðgin við avgjøldunum.
- Talan er um intelligent avgjøld, segði Brian Mikkelsen.
Oljuprísirnir upp
Fyri fyritøkur verður avgjaldið umleið 50 krónur fyri hvørt starvsfólk, men útrokningar vísa, at um oljuprísurin hækkar bert 10 dollarar, kostar hetta danska vinnulívinum eina miljard krónur.
- Nú sveiggja oljuprísirnir jú eitt sindur upp og niður, men vit kunnu rokna við, at prísurin rýkur upp eftir, segði Brian Mikkelsen.
Kl. 8 í morgun kostaði ein tunna av Brent-ráolju 117 dollarar á rávøruskálanum í Londum - eftir eina lítla løtu at hava verið heilt uppi á 119,46 dollarum. Í gjáramorgunin kostaði sama oljan 106 dollarar og er sostatt hækkað meira enn 10 pct. eftir bert einum samdøgri.
Sum lið í orkuætlanini hjá stjórnini skulu millum annað nógv fleiri vindmyllur setast upp í Danmark, og stjórnin ætlar at útfasa oljufýrarnar.
Orkuætlanin í stuttum
Høvuðsinnihaldið í orkuætlanini er annars sambært Ritzau hetta:
Meiri biomassi og biogass, meiri vindur, kol skal út úr orkuverkunum, orkueffektivitetur, ein intelligent elskipan og felags altjóða átøk.
Økt effektivisering í bygningum og vinnulívi er í 2020 mett at kosta 0,6 mia. kr., nýggj átøk til útbygging við varandi orku eru í 2020 mett at kosta 1,4 mia. kr., avgjaldstapið hjá statinum av skerdum fossilum brennievnum verður í 2020 mett at vera upp á 1,6 mia. kr., og onnur nýggj átøk verða mett at kosta 170-200 mia. kr. í tíðarskeiðnum 2011-2014.