Fleiri skip fáa streym úr landi

Sviar ganga á odda og víðka tilboðið um landstreym til skip í Göteborg havn.

Göteborg havn hevur nú tvær bryggjur, ið kunnu veita skipum streym úr landi.

Í Oslo arbeiðir Color Line við at fáa landstreym til Hjortnesbryggjuna. Í summar steðgar Color Magic hjálpimotorunum og fer ístaðin at fáa streym frá netinum.

Fyri tveimum vikum síðani tók Göteborg sína aðru bryggju í nýtslu, ið kann veita landstreym.

Samstundis veitir Göteborg havn trygd fyri, at hon bert keypir streym frá varandi orkukeldum - tað vil siga vatnorku ella vindorku.

Göteborg havn hevur gjørt íløgurnar í landstreymsanleggini út til bryggjukantin. Skip, ið leggja at her, rinda eitt avgjald, sum skal dekka útreiðslurnar hjá havnini og sum frálíður niðurrindar íløguna.

Tað gingu bert fimm mánaðir frá tí at havnarmyndugleikarnir og Stena komu ásamt um at leiða streym út til bryggjukantin, og til anleggið var liðugt.

Onki NOx

Skipið Stena Germanica hjá Stena Line fær nú streym umvegis ein háspenningarkaðal. Um nakrar mánaðir fer eisini Stena Scandinavica at brúka landstreym. Havnin bjóðar frammanundan landstreym frá ro-ro-bryggjuni.

Tey bæði Stena-skipini sigla millum Göteborg og Kiel í Týsklandi.

Sambært ABB er útlátið frá einum skipi sum Stena Germanica 21 tonn av NOx  fyri hvørjar 10 tímar, hjálpimotorarnir eru í gongd. Koblað til landstreym, hvørvur hetta útlátið, og minni óljóð verður á havnarlagnum.

50 og 60 HZ

Mótvegis norska anlegginum hjá Color Line, skal Göteborg veita 60 Hz. Streymurin á netinum er 50 Hz, men Stena-skipini skulu hava 60 Hz. Konverteringin fer fram í einum anleggi á bryggjukantinum.

Tær báðar Kiel-ferjurnar hjá Color Line hava 50 Hz-anlegg umborð. Sostatt sleppa Oslo havn og Hafslund Nett undan at byggja konverteringsanlegg, og harvið verður íløgan nakað minni í undirstøðukervi í Oslo, skrivar Teknisk Ukeblad.

Oslo og Color Line

ABB hevur latið stórar partar av anlegginum til Stena og landanlegginum. ABB er eisini samstarvspartnari hjá Color Line og skal seta útgerðina upp umborð á Color Magic, og næsta ár umborð á Color Fantasy.

– Somu anlegg sum í Göteborg kunnu eisini gerast aktuell í norskum havnum, sigur Ola Norén, sum hevur ábyrgdina fyri landstreymi í ABB, við Teknisk Ukeblad.

ABB roknar við, at veitingin til Göteborg fer at økja um áhugan fyri útgerðini í øðrum stórum havnum.

- Okkara koverteringsteknikkur fyri slíkum háspenningaríbindingum letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum hjá reiðaríum og havnum. Skipan okkara er tillagað teimum standardum, ið eru viðtikin í ár, sigur Norén við norska blaðið.

Göteborg havn veðurlagsneutral

Göteborg havn hevur samtykt at vera veðurlagsneutral innan 2015. Tilboð um elektriskan streym til skip við bryggju er liður í hesi ætlan.

- Samtyktin um at verða veðurlagsneutral hevði stóran týdning fyri okkum, bæði við atliti at umhvørvinum og at vera ein trúverdur samstarvspartnari hjá øðrum aktørum, sigur Magnus Kårestedt, stjóri í felagnum, sum rekur havnina í Göteborg.

Sambært ABB vóru teir fyrstir í heiminum við landstreymi til skip. Tað hendi eisini í Göteborg longu í 2000. Hetta hevur havt við sær, at Göteborg havn hevur fingið tvær umhvørvisvirðislønir, ”Clean Marine Award 2004” frá ES og ” Clean Seas Award 2008” frá Lloyd´s Lists.

Undangongureiðarí á hesum øki hevur verið amerikanska Princess Cruises, sum í løtuni hevur níggju skip við landstreymsútgerð, og sum hevur sett sær fyri at leggja allan flotan um til landstreym.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking