Finska Tammerfors kosin norðurlendsk veðurlagskommuna

Tilsamans 78 uppskot frá fyritøkum, felagsskapum og kommunum úr sjey londum komu inn.

Tampere kommuna í Finnlandi hevur vunnið eina stóra norðurlendska kapping um at finna bestu lokalu veðurlagsloysnina. Kommunan varð heiðrað fyri langtíðar planlegging og tvørgangandi samstarv. Heiðurslønin varð handað á burðardygdarráðstevnuni "Loysnir" í Åbo í gjár.

 

Tað skrivar danskenergi.dk.

Tampere kommuna vann heiðurslønina fyri bestu lokalu veðurlagsloysnina í norðurlondum fyri eina langtíðar veðurlagsstrategi, sum í stóran mun snýr seg um sólorku. 

Endamálið við kappingini var at finna tær bestu lokalu loysnirnar at vinna á veðurlagsbroytingunum. 

Býarplanlegging og nýbygging

Tampere Kommuna vann kappingina fyri sína ECO2 verkætlan – ein langtíðarætlan um at skapa heildarloysnir mótvegis veðurlagsavbjóðingunum hjá kommununi og skapa synergi millum kommunu, vinnulív, sjálvbodnar felagsskapir og útbúgvingarstovnar í økinum.

Verkætlanin umfatar millum annað býarplanlegging og nýbygging, orku og ferðslu, umframt ikki minst umhvørvistiltøk, sum umfata aktiva luttøku av borgarunum.

Onnur virðislønin fór til Sundsvall Kommunu fyri eina kavakølingarverkætlan, sum goymir og brúkar vetrarkavan til kølingar í summarhitanum.

Gevur íblástur

- Veðurlagsarbeiði er altíð ein spurningur um samstarv, og heiðurslønin fer at geva øllum teimum, ið eru við í verkætlan okkara, íblástur til at lyfta tað upp aftur longri, segði Pauli Välimäki, verkætlanarleiðari, í takkarrøðu síni.

Kommunufeløgini í Finnlandi, Norra og Svøríki skipaðu fyri kappingini í samstarvi við Norðurlendska Ráðharraráðið. Tilsamans 78 uppskot frá fyritøkum, felagsskapum og kommunum úr sjey londum komu inn.

 

Í dómsnevndini sótu millum mong onnur umboð fyri Norðurlendska Íløgubankan, Nordisk Innovationscenter (NICe) og Nordiska Miljöinvesteringsbolag (Nefco).


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking