Tað var ein kavari, ið sá eina hurð ganga aftur og fram, sum fyrst fekk hugskotið at heinta orku úr streymunum á havbotninum.
Síðani er hugskotið vorðið til heimsins fyrsta framsýningarorkuverk, sum gagnnýtir streymarnar eftir havbotninum (ocean surge).
Finska fyritøkan AW-Energia hevur gjørt orkuverkið, sum landsmenninir í felagnum Metso nú skulu automatisera í eini størri útgávu. Eftir ætlanini skal tað sjósetast í 2011, skrivar Teknisk Ukeblad.
Ein serstøk orkukelda
Demoorkuverkið er bert 300 kilowatt (kW) og liggur í Peniche í Portugál. Tað er eisini testað á skotska kanningarstovninum fyri havorku við 24 miljónum norskum krónum í stuðuli frá ES.
Tøknin kallast WaveRoller og umfatar eitt panel, ið er fest í havbotnin á 10-20 metra dýpd. Panelið flytur seg aftur og fram við streymunum á havbotninum og skilur seg sostatt burturúr øðrum orkuverkum, ið gagnnýta havsins yvirflaturørslur, sum t.d. aldur.
Náttúruinntrivini við tøknini eru smá. At so er, vísir staðsetingin av royndarorkuverkinum, sum liggur inni í sjálvum portugisiska verndarøkinum Natura 2000.
Hava eftirlit við verkinum alt samdøgrið
Automatiseringsskipanin skal hava eftirlit við orkuverkinum alt samdøgrið. Hetta er ein stór avbjóðing undir vatni. Skipanin greinar eisini alduviðurskiftini á havskorpuni.
– Eitt slíkt orkuverk má virka undir mest møguligari rakstrartrygd, tí trupult er at fáa tað upp til viðlíkahald, sigur John Liljelund, stjóri í AW-Energia, í einum tíðindaskrivi.
Millum eigararnar í AW-Energia er norðurlendska fyritøkan Fortum. Metso er eitt altjóða felag við 27.000 starvsfólkum í hálvthundrað londum, sum virka innan eina røð av vinnugreinum.