SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Finn Jakobsen givin á SEV

Finn Jakobsen givin á SEV

Finn Jakobsen, sum hevur verið tekniskur deildarstjóri hjá SEV, er nú givin í starvinum, eftir at hann segði seg úr starvi síðst í september

Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri tøkni og rakstrarleiðari hjá SEV seinnu árini, segði seg úr hesum starvi síðst í september, og sambært avtalu er Finn Jakobsen nú givin í starvinum. Finn Jakobsen verður kortini tøkur næstu tíðina til ráðgeving o.a. í uppgávum, hann hevur varðað av.

Jón Nielsen verður virkandi deildarstjóri og rakstrarleiðari í skiftistíðini til nýggjur deildarstjóri og rakstrarleiðari er settur.

SEV takkar Finn fyri tíðina, og honum verður ynskt blíðan byr frameftir.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking