SEV hevur sett fimm nýggjar ENERCON-vindmyllur í rakstur í Neshaga.
SEV hevur sett fimm nýggjar ENERCON-vindmyllur í rakstur í Neshaga. Tríggjar eru settar upp sambært seinasta framleiðsluloyvinum, og tvær myllur koma í staðin fyri gomlu Vestas-myllurnar. Møguleikarnir fyri vindorku eru øktir við nýggju Power Hub skipanini
Í kjalarvørrinum á Power Hub skipanini frá DONG Energy, sum SEV setti í verk í gjár, hevur elfelagið tikið í nýtslu fimm nýggjar vindmyllur av slagnum ENERCON í Neshaga á Toftum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, trýsti á knøttin fyrrapartin, tá hátíðarhald var í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni. Power Hub skipanin loyvir meira vindorku á elkervið, og tær fimm nýggju myllurnar og gamla Nordtank-myllan frá 1993 kunnu tilsamans geva kervinum 17,5 GWt um árið. Tað svarar til streymnýtsluna hjá 3.000-3.500 húsarhaldum. Tríggjar av teimum nýggju myllunum eru settar upp sambært framleiðlsuloyvinum, sum SEV fekk til tríggjar myllur á Eystnesi. Tvær myllur koma í staðin fyri tær tríggjar Vestas-myllurnar, sum eru tiknar niður. Tvær av Vestas-myllunum fóru illa í nógvum vindi í fjør, og tann triðja er eisini tikin niður og løgd á goymslu. Harumframt kunnu tær tríggjar myllurnar hjá Sp/f Røkt framleiða tilsamans 7 GWt árliga. Um allar vindmyllurnar framleiða við fullari megi í eitt ár, t.e. 24,5 GWt, so er tað t.d. 8,5 prosent av allari elframleiðsluni í 2011. Tá vóru framleiddir 275 GWt. SEV miðar eftir at framleiða 58 GWt burtur úr vindi í 2015. KT-stýrisskipanina, Power Hub, frá DONG Energy er kærkomin í royndunum at útbyggja vindorkuna í Føroyum. Skipanina hevur við sær eitt støðugari elkervi, tí streymslitini verða færri. Tískil økist møguleikin at leiða vindorku út á netið, sum kann taka ímóti fleiri óstøðugum orkukeldum – so sum vindorku – ið ikki nerva netið á sama hátt sum áður. SEV strembar áhaldandi eftir at framleiða so nógvan streym sum gjørligt burtur úr varandi orkukeldum, og vindorkan hevur ein týðandi leiklut í hesum ætlanum - serstakliga eftir at Power Hub skipanin er farin at virka.
Umboðsmaður hjá týsku vindmylnufyritøkuni Enercon, Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV og Terje Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV.
Finn, Johan Dahl og Kaj Leo, standa frammanfyri ein av nýggju vindmylllunum.